Skriva út
Lagt út: 18.03.2011

Samfelagsástøði spáar um spjaðing av sjúkum

Granskarar frá Niels Bohr instituttinum hava gjørt ein samfelagsástøðiligan myndil, ið hevur víst, at tað er møguligt at spáa um spjaðing av umfarssjúkum.

Hvat fært tú, um tú tekur ein myndil, ið gevur eina mynd av spjaðingini av hugskotum og teirra upp og niður túrum, og tekur eitt parametur frá, og ístaðin setur dátu fyri umfarsjúkum inn í myndilin.

»Myndilin er í størri mun ein myndil til menniskjur og samfelagsligar dynamikkir enn ein myndil um vitan, og tí kann hann flytast yvir,« sigur ein av granskaranum handan myndilin, ið er til fjøllbroytta nýtslu, Mogens Høgh Jensen, professari, frá “Center for Models of Life” á Niels Bohr instituttinum.

Kim Sneppen, ið er professari og deildarleiðari á Niels Bohr instituttinum, og er annar maðurin handan myndilin, sigur at endamálið við at nýta samfelgasmyndilin innan heilsuverkið, er í dag ikki partur av endamálinum.

Granskarar vilja ístaðin skilja, hví tað í dag eru lutfalsliga fáar umfarssjúkur í heiminum. Síðuvinningurin er, at myndilin kann gerast partur av vanligu mannagongdum fyri umfarssjúkur í framtíðini.

Nokk við einari smittukeldu
Tá myndilin skal nýtast til at spáa um spjaðing av umfarssjúkum, skal ein av fortreytunum hjá myndilinum broytast.

Ein fortreyt í upprunaliga myndilinum er, at eitt hugskot bert kann spjaða seg, um tað í minsta lagi eru tveir tykisligir persónar ella umboð, sum kunnu ávirka hvønn annan. Annar skal vera nær við, meðan hin gott kann vera langt burtur. Á hendan hátt arbeiðir paradigmu-myndilin við, at jú fleiri tað eru, sum kenna til hugskotið, jú størri er møguleikin fyri spjaðing.

Tá myndilin skal spáa um spjaðing av umfarssjúkum, er tað nokk, um tað bert er ein persónur í nærumhvørvinum, sum fær eina umfarssjúku. Frá tí fyrsta persóninum, sum hevur fingið staðfest umfarssjúku, kann sjúkan spjaða seg. Og myndilin skal royna at spáa um hvussu umfarsjúkan fer at spjaða seg.


Skilir seg burturfrá øðrum umfarsjúks-myndlum
Eitt sjónarmið, sum ger at myndilin hjá granskarunum er vælegnaður sum ein umfarssjúku-myndil er, at fortreytin til myndilin er, at umboð ella persónur bert kunnu fáa eitt hugskot eina ferð, og í hesum førinum kunnu tey bert fáa sjúkuna eina ferð.

Og tí tekur myndilin hædd fyri órininskapi, sum ofta kemur, tá fólk frammanundan hava havt sjúkuna. Tað gevur eisini veruleikatrúgva ávirkan, at nýggjar sjúkur hava ein fyrimun, tí skipanirnar taka hædd fyri órininskap mótvegis sjúkum, sum fyrr hava trivist væl.

»Tað nýggja við at nýta hendan myndilin til at spáa um spjaðing av umfarsjúkum er, at hann letur upp fyri aðra gransking um fjølspjaðing av nógvum sjúkum, við at taka órininskap við og soleiðis geva myndilinum eina meira dynamiska mynd av sjúkumargfeldinum,« sigur Kim Sneppen, professari og deildarleiðari, og annar maðurin handan myndilin.

Myndilin skilur seg eisini frá øðrum umfarsjúku-myndlum, tí hann greinar fleiri sjúkur í einari skipan og hyggur tí, at hvussu sjúkur kunnu kappast mótvegis hvørjum øðrum.

Hyggur tú at eini myndlýsing av myndlinum, so sært tú, at fleiri sjúkur spjaða seg samstundis, men ávegis skera tær eisini hvørja aðra av, ella gloypa tær um hvørja aðra.

Myndlýsing av myndilinum:http://cmol.nbi.dk/models/disease/MultipleDiseases


Meira verðuleikakendur myndil er ávegis
Í framhaldandi arbeiðinum við myndlinum umhugsa granskarnir, um teir skulu broyta fortreytirnar, soleiðis at hvørt einkult umboð kann fáa sjúkuna meira enn eina ferð, men fyrst eftir eitt ávíst áramál. Tí í veruleikanum eru tað ikki allar sjúkur, ið hava við sær treytaleysan órininskap.

»Sum tað er nú, so kann sama umboð ikki fáa somu sjúku aftur, men kann næsta vetur fáa frábrigdi, sum er í ætt við somu sjúku. Hetta umhugsa vit at broyta, so tann sama sjúkan gott kann venda aftur aftaná t.d tíggju ár, hetta vil geva ein veruleikakendan myndil,« sigur Kim Sneppen.

Fyrsta útgáva av myndilinum er longu útgivin í víðakenda tíðarritinum Plos One. Arbeitt verður við tí meira veruleikadenda myndilinum.

Kelda: videnskab.dk