Skriva út
Lagt út: 22.03.2023

Samfelags- og hugvísindi á breddan á netfundi 2. mai

Í Horizon Europe verður stórur dentur lagdur á, at samfelagsfrøði og hugvísindi (SSH) verða tikin við í verkætlanir innan øll øki og evni. Hetta gevur fjølbroytni og víðkar um samstarvsmøguleikar bæði innlendis og millum luttakandi londini.

Á enskum verður tað nevnt "SSH Integration", men hvørjar ítøkiligar samstarvsmøguleikar gevur hetta?

Á netfundi 2. mai kl. 12 verður høvi at hoyra granskarar greiða frá sínum royndum, tá umboð fyri luttakarar úr norðurlondum fara at greiða frá.

Granskarar úr nærum øllum Norðurlondum luttaka. Tey fara at greiða frá og hugleiða um royndir við tvørgangandi samstarvi og SSH samansjóðing í Horizon Europe/Horizon 2020. Úr Føroyum verður tað Unn Laksá frá Sjókovanum, sum fer at greiða frá sínum royndum.

Netfundurin, sum Forskningsrådet í Norra skipar fyri saman við norðurlendsku NCP fólkunum á Cluster 2 økinum í Horizon Europe, tekur umleið 2 tímar og verður á enskum.

Skrá og tilmelding til fundin her