Skriva út
Lagt út: 28.11.2022

Sambandsflokkurin svarar

Nú løgtingsval er í hondum, hevur Granskingarráðið sett øllum politisku flokkunum fýra spurningar um gransking, menning og nýskapan, fyri at hoyra teirra hugsan.

Sambandsflokkurin svarar soleiðis:

Spurningur 1: Hvønn týdning hava gransking, menning og nýskapan fyri samfelagið?
Gransking hevur ein sentralan leiklut fyri menning og nýskapan av samfelagnum. Samgongan hevur raðfest fleiri pengar til gransking; Fróðskaparsetrið er farið frá 106 mió. í 2019 upp í 146 mió. í 2023, og hesi gongd ynskja vit at halda á við.

Eitt samfelag uttan gransking, menning og nýskapan er eitt samfelag, sum støðgar upp. Tí eru hesi trý týdningarmikil fyri at flyta samfelagið inn í framtíðina. Grundarlagið fyri at hesi trý kunnu fáa flog, eru góðir útbúgvingarmøguleikar. Harnæst eru møguleikarnir at menna ”talent”, hugflog og hugskot nakað, sum vit meina kann loysast við sonevnda Private Public Partnerships (PPP).

Spurningur 2: Hvat er tykkara visjón fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Sambandsflokkurin ynskir at geva gransking í Føroyum góð kor, og vit arbeiða við grundsetninginum um at “knowledge is power”.

Okkara ætlan er at leggja hollar lunnar undir framtíðina, ungdómin, við góðum útbúgvingarmøguleikum. Vit skulu styrkja bæði tær teknisku útbúgvingarnar og tær akademisku við øktari fígging. Men vit skulu eisini hava størri luttøku og fígging frá vinnuni. Vit skulu styrkja møguleikarnar fyri PPP og geva feløgum, sum taka størri útbúgvingarábyrgd, skattalættar og fíggjarligar fyrimunir. Vit skulu økja fíggjarligu karmarnar saman við vinnuni, soleiðis at vit fáa fleiri vinnu ph.d.-verkætlanir.

Spurningur 3: Nevn onkra granskingarverkætlan, sum tit halda, vit áttu at farið undir í Føroyum í næstum.
Vit skulu leggja okkum eftir at útbúgva føroyingar til okkara vinnur og framtíðarmøguleikar innan grøna tøkni og grønar loysnir, umframt at raðfesta gransking innan fleiri øki, m.a. KT, framleiðslutøkni, grønar loysnir, havumhvørvi, heilsugransking og verjumál.

Vit skulu stuðla økjum, sum menna reiðskap/tøkni til at monitorera og stýra okkara tilfeingi. Ílegukanningar og eDNA til monitorering, certificering og sporing (traceability).

Harumframt skulu vit hava:

Matvørumenning (bromatologi og útbúgvingar innan matvørutøkni)

Veðurlagsmonitorering og gransking innan árin frá veðurlagsbroytingum

Diagnostik og viðgerð - ílegutøkni til persónlagaða diagnosu og viðgerð

Og vit skulu styrkja juridiska økið innan havrættarviðurskifti.

At enda skulu vit menna samstarvið millum Setrið og útlendskar útbúgvingarstovnar fyri útbúgvingar innan leiðslu, administratión og økonomi.

Spurningur 4: Eru onkur ítøkilig átøk, tykkara flokkur ætlar at fremja til frama fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Økt samstarv við danskar og útlendskar hægri læristovnar. Bøta møguleikarnar fyri fígging (í Ríkisfelagsskapinum og EU/internationalt). Internationalisering generelt.
---------
Í valstríðnum til fólkatingsvalið fór Sambandsflokkurin á val uppá umhvørvis- og veðurlagsgransking, umframt at stovna ein altjóða havgranskingarstovn í Føroyum. Havstreymarnir í Norðuratlantshavi hava ávirkan á veðurlagið og umhvørvið í øllum Norðurevropa, og vit liva av havinum í Føroyum. Tí er tað náttúrligt, at havgranskingin í hesum økinum fær høga raðfesting.

Síðani 2008 eru 45 mió. kr. settar av til gransking í Norðuratlantshavi eftir umbøn frá Sambandsflokkinum á Fólkatingi. Játtanirnar hava útvegað gransking í veðurlags- og havfrøðiligum broytingum í havøkinum millum Føroyar og Grønland og ta ávirkanina, sum hesar broytingar hava á æti og fisk.

Sambandsflokkurin fer, í samstarvi við Sambandsflokkin á Fólkatingi, at virka fyri, at ríkisfelagsskapurin stovnar ein havgranskingarstovn í Føroyum, har føroyskir, grønlendskir, danskir – og altjóða – granskarar og granskingarstovnar samstarva um veðurlags- og umhvørvisgransking um okkara leiðir.

***

Umframt at svara spurningunum omanfyri, vórðu flokkarnir bodnir at taka “Granskingarkvissina”.

Tú kanst eisini royna teg her