Skriva út
Lagt út: 30.09.2019

Samband millum CTD og hjartasjúkur kannað

Kasper Kyhl, lækni á Landssjúkrahúsinum, hevur saman við øðrum skrivað grein um kanning av sambandinum millum CTD og hjartasjúkur.

Óviðgjørt CTD (Carnitin transporter defekt) kann leiða til tjykkri hjartavødda, víðkað hjartakømur og í álvarsligastu førunum til brádligan hjartasteðg. Allar hesar fylgjur kunnu fyribyrgjast við karnetintilskoti sum verður latið sum tablettir.

Enn er óvist, hvør ítøkiliga orsøkin er til, at CTD sjúklingar brádliga kunnu fáa hjartasteðg. Tað er heldur ikki greitt enn, um tað eru smáar broytingar í hjartavøddanum hjá CTD sjúklingum, sum eru í støðugari viðgerð.

Tað ber við hjálp av magnetiskum resonansi (hjarta MR) til at kanna, hvussu hjarta virkar og um arrvevnaður finst í hjartanum. Granskararnir settu sær tí fyri at kanna ein bólk av føroyskum CTD sjúklingum við hjarta MR og at samanbera úrslitini við tey hjá einum eftirlitsbólki av frískum fólkum við sama kyns- og aldursbýti.

Kanningarnar vístu, at nakrir fáir CTD sjúklingar høvdu arrvevnað, sum tað ikki var frágreiðing um. Av tí at talan er um lutfalsliga fáar persónar er enn óvist, hvør orsøkin er til arrvevnaðin og um hetta hevur nakran týdning í mun til CTD. Harafturat vístu kanningarnar eisini, at hóast hendan tjúktin var innanfyri normaløkið, so høvdu CTD sjúklingarnir tendens til at hava eitt sindur tjykkri hjartavødda enn frísku eftirlitspersónarnir. Granskararnir meta, at hetta er fyrsta skipaða kanning, har hjartafunktiónin hjá CTD sjúklingum verður kannað við hjálp av hjarta MR.

Tað er týdningarmikið at halda seg til viðmælta L-carnitin-tilskotið fyri at fyribyrgja hjartaskaðum og møguligum lívshóttandi sjúkum í hjartanum.

Greinin kallast “Cardiac function and incidence of unexplained myocardial scarring in patients with primary carnitine deficiency - a cardiac magnetic resonance study” og kann frítt lesast her

Høvundarnir eru: Kasper Kyhl, Tóra Róin, Allan Lund, Niels Vejlstrup, Per Lav Madsen, Thomas Engstrøm & Jan Rasmussen.