Skriva út
Lagt út: 15.06.2019

Samanbering av ljóði frá GNSS signalum

Gethin Wyn Roberts hevur givið út grein við heitinum: “Noise comparison of triple frequency GNSS carrier phase, doppler and pseudorange observables” í tíðarritinum “Measurement”.  Greinin kann lesast her

Tann fyrsti Global Positioning System (GPS) fylgisveinurin varð sendur upp 22. februar 1978. Í dag eru umframt amerikonsku GPS skipanina, aðrar altjóða fylgisveinaskipanir, Global Navigation Satellite Systems (GNSS), og regionalar skipanir, stýrdar av Russlandi, Kina,  Europa og regionalar skipanir stýrdar av Japan og India. Til samans eru umleið 100 virkandi fylgisveinar, harav tað er vanligt at síggja umleið 40 ella fleiri frá flestu støðum í heiminum. Uppruna ætlanin við GPS var at hava 24  fylgisveinar.

Góðskan á mátingum frá ymsu fylgisveinunum er ymisk. Í greinini verður hugt at ymsum hættum at samanbera signalljóðini og mátingarnar frá ymsu fylgisveinunum. Hetta kann verða brúkt til at gera av, hvørjir fylgisveinar verða brúktir til at staðbinda brúkaran og harvið betra um góðskuna á positiónini. 

Hendan myndin frá gsa.europa.eu vísir dømi um, hvussu ymsir fylgisveinar staðbinda eitt skip.

 

Gethin Wyn Roberts starvast sum lektari í landmátingarfrøði á Fróðskaparsetrinum. Les meira her

Myndin ovast: Thales Aerospace Blog (c)
Mynd í greinin: GSA (c)