Skriva út
Lagt út: 24.08.2017

Sálarheilsan hjá miðnámsskúlanæmingum kannað

Annika H. Davisen og Súsanna O. Skaale løgdu í dag fram kanning av sálarheilsuni hjá miðnámsskúlanæmingum, sum tær hava gjørt við stuðli úr Sjúkrakassagrunninum.

Gott 100 fólk, nógv flest kvinnur, vóru til tiltakið, sum var í Smæruni. Her vóru næmingar, lærarar í fólkaskúla og á miðnámi, lestrarvegleiðarar, námsfrøðingar, sálarfrøðingar og nógv onnur. Eisini vóru landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam til framløguna.

Súsanna og Annika greiddu fyrst frá økinum, sum tær kenna frá sínum arbeiði, sum sálarfrøðingar á miðnámsskúlaøkinum. Tær greinaðu hugtakið sálarheilsa og lýstu við dømum úr donskum miðlum, hvussu álvarslig støðan tykist vera hjá ungdóminum í dag. Tær staðfestu, at vit vita sera lítið ítøkiligt um føroysku støðuna, tí tað eru bert heilt fáar kanningar gjørdar. Síðani greinaðu tær ástøðina og hugsanirnar undir kanningini.

Sjálv kanningin er í tveimum pørtum, einum kvantitativum og einum kvalitativum. 1295 miðnámsskúlanæmingar vóru bidnir um at fylla út eitt spurnarblað eftir leistinum, sum kallast Warwick-Edinburgh Mental Well-being Scale, ið gevur eina breiða lýsing av sálarheilsuni hjá tí einstaka. Tær hava harafturat havt bólkasamrøður við 7 næmingar og 2 lestrarvegleiðarar.

Úrslitini av kvantitativu kanningini vístu, at ungu kvinnurnar hava eina verri sálarheilsu enn menninir, og at sálarheilsan hjá báðum kynum batnar við aldrinum. Eisini vísti kanningin, at næmingar á miðnámsskúlum við handaligum/praktiskum fakum hava betri sálarheilsu enn næmingarnir á miðnámsskúlum við bara bókligum fakum. Høvuðsevnini frá kvalitativu kanningini, ið sýntust at hava ávirkan á sálarheilsuna hjá næmingunum, vóru: „lívið á netinum“, „avriksættarliðið“, „samleikamenning í einum lítlum samfelag“ og „at handfara vantrivnað“.

Samanumtikið mettu Súsanna og Annika í kanningini, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar hava eina góða sálarheilsu, men tey kenna seg eisini trýst av krøvum til útsjónd, avrik og samleika. Ein partur av hesum trýsti hoyrir natúrliga til ungdómstíðina, sum í sær sjálvum er krevjandi, meðan ein partur er skaptur í samspæli við nærumhvørvið og samfelagið.

Grundað á kanningina komu tær við trimum tilmælum:

1. Høgu krøvini til serliga ungar kvinnur eiga at vera tematiserað tíðliga í fólkaskúlatíðini,

2 Vit hava tørv á lætt atkomiligari ungdómsráðgeving við tvørfakligum kunnleika og

3. Gransking á ungdómsøkinum eigur at verða uppraðfest.

Aftaná var høvi at gera viðmerkingar og kjakast. Fólk vóru sum heild fegin um kanningina, men høvdu eisini  fleiri kritiskar viðmerkingar og spurningar. Semja var um, at hetta arbeiðið er gott grundarlag at arbeiða víðari við á hesum økinum.

Tað er felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, sum hevur staðið fyri kanningini og sum skipaði fyri tiltakinum í dag.

Frágreiðingin er tøk á heimasíðu felagsins her