Skriva út
Lagt út: 29.05.2008

Roykistopp smittar


Um tú hevur lagt av at roykja, so eru er tað sannlíkt, at tú ert fongdur við einum sonevndum ’roykistopp-virus’, sum hevur spjatt seg í familjuni ella í tínum netverki.
 
Hetta vísur 32 ára long kanning, sum er gjørd í USA, hvørs úrslit vóru almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum New England Journal of Medicine.   
 
Um tann sum tú ert giftur við leggur av við at roykja, minka sannlíkindi fyri, at tú heldur áfram við at roykja við heili 67 prosentum. Er talan um ein vin, systkin ella starvsfelaga á einum lítlum arbeiðsplássi minka sannlíkindini við ávikavist 36, 25 og 34 prosentum.
 
Hetta skrivar forskning.no, sum hevur fleiri spennandi sjónarhorn í greinini .