Skriva út
Lagt út: 03.01.2013

Røtt innpakking kann minka um matspillu

Danir tveita árliga bleytar perur og lint salat fyri 3,1 milliardir krónur burtur.

Hetta kann broytast, um fruktirnar og grønmetið verða pakkað skilabetri inn, skrivar Aarhus Universitet á heimasíðu teirra.

Eitt granskingarsamstarv millum Teknologisk Institut, Aarhus Universitet og aðrar áhugabólkar, hevur til endamáls at vísa á, hvussu frukt og grønmeti skilabest verða pakkað inn, soleiðis at vørurnar verða frískar í longri tíð.

Úrslitini frá verkætlanini “Produkttilpasset pakning af frisk frugt og grønt” verða løgd fram 8. januar 2012 á seminarinum “Emballering af frugt og Grønt” í Odense.

Frukt og grønmeti anda og hava brúk fyri súrevni fyri ikki at spillast, tískil má innpakkingin ikki gerast ov tøtt. Um innpakkingin er ov tøtt, verður súrevnisinnihaldið sum frá líður ov lágt og vøran spillist. Hetta sigur seniorgranskarin Merete Edelenbo á Aarhus Universitet.

Ov lágt súrevnisinnihald hevur við sær, at innpakkaðu vørurnar lata frá sær gass, sum kunnu fáa vøruna at lukta illa – og tað er ikki beinleiðis nakað, sum ger at fólk fáa hug at eta frukt og grønmeti.

Fyri at kunna velja skilabestu innpakkingina er bæði neyðugt at kenna tørvin á súrevni og goymsluhitan hjá vøruni. Jú hægri goymsluhitin er, jú meira súrevni verður brúkt. Harafturat skulu vørurnar goymast undir rætta hitanum undir allari viðfaringini.

Kelda: Videnskab.dk