Rógvi Olavson vart ph.d. um kreppustýringina í koronutíðini
Fríggjadagin 13. novembur vardi Rógvi Olavson ph.d.-ritgerð sína um, hvussu almennu Føroyar stýrdu gjøgnum koronu farsóttarskeiðið.
Hann hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur og starvssettur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur verið høvuðsvegleiðari.
Are Vegard Haug, professari á NOVA – Norwegian Social Research, Centre for Welfare and Labour Research á Oslo Metropolitan University, hevur verið hjávegleiðari.
Í metingarnevndini vóru:
Hans Andrias Sølvará, professari á Fróðskaparsetrinum, forfólk,
Lise Hellebø Rykkja, professari á Universitetet i Bergen, og
Carsten Jensen, professari á Aarhus Universiteti.
Verjan gekk sera væl, og metingarfólkini róstu Rógva Olavson fyri eina dygga ritgerð og góða framløgu. Sagt varð millum annað, at ritgerðin leggur sera týdningamikla vitan afturat fatanini av kreppuhandfaring í smásamfeløgum.
Eftir stuttan fund kundi Hans Andrias Sølvará, forfólk, vegan metingarnevndina kunngera, at tað var ein samd nevnd, sum mælti til, at Rógvi Olavson fær ph.d.-heiti fyri sítt avrik.
Ritgerðin ber heitið “Governance in Proximity. Administrative Intimacy and Crisis Management in the Faroe Islands” og er tøk talgilt her
Granskingarráðið hevur saman við øðrum stuðlað verkætlanini.
Hendan ph.d.-verkætlani hevur verið partur av eini størri verkætlan við heitinum POLYGOV.
Á myndini frá vinstru: Carsten Jensen, Are Vegard Haug, Rógvi Olavson, Jens Christian Svabo Justinussen, Lise Hellebø Rykkja og Hans Andrias Sølvará
Samandráttur
Føroyar stýrdu gjøgnum COVID-19 uttan formliga at lata samfelagið aftur og uttan eina frammanundan gjørda ætlan fyri, hvussu slíkar farsóttir skuldu handfarast. Donsk farsóttarlóggáva var galdandi, men var sett til síðis frá byrjan. Farsóttarstýring virkaði við tilmælum frá myndugleikunum. Í desember 2020 vóru teir 52,802 íbúgvarnir í Føroyum í miðal kannaðir 3,7 ferðir. Hetta var tá størsti kanningartíttleiki í heiminum, og eisini skuldi ganga næstan eitt ár áðrenn fyrsta andlátið av COVID-19. Henda ritgerð spyr, hvussu hetta bar til, og hvat tað avdúkar um kreppustýring, tá ið formlig lóggáva ikki verður brúkt, og tá ið samfelagið er sera lítið, tað vil siga á mikroskala.
Ritgerðin vísir á, at avmarkaða støddin á samfelagnum hevur við sær eina sermerkta skipanarliga fortreyt, sum hon nevnir fyrisitingarligan nærleika (administrative intimacy). Tá ið týdningarmestu aktørarnir í skipanini longu kenna hvønn annan, hava álit hvør á øðrum og kunnu røkka hvønn annan uttan formligar mannagongdir, minkar eisini frástøðan millum at eyðmerkja eina neyðstøðu og at gera nakað við støðuna. Samstarvið millum Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Sjúkrahúsverkið, sum seinni hevði við sær heimsins størsta kanningarkapasitet, tók bara nakrar dagar at seta í verk. Lyklapersónarnir vóru bara eina telefonsamrøðu frá hvørjum øðrum. Samstundis hevur hesin sami fyrisitingarligi nærleikin við sær, at skipanin kann gerast bundin av ávísum persónum, og sostatt kunnu eisini veikleikar koma til sjóndar undir stórum og áhaldandi trýsti.
Tvey onnur hugtøk nágreina hvussu stýringin var framd. Fyrisitingarligur borgaraskapur sipar til sjálvstýrandi lyndi millum borgarar. Hetta kann síggjast sum eitt tilfeingi, sum fyrisitingarligi nærleikin stuðlar upp undir. Fyrisitingarligt terapi sipar til samskiftisliga arbeiðið, sum fyrisitarar brúktu at umseta yvirskipað tilmæli til ítøkiligar avgerðir og ítøkiliga atferð hjá borgarum. Saman stuðlaðu hesi fyribrigdi undir tvey úrslit av stýringini: legitimitet, sum var viðlíkahildin við áhaldandi samskifti heldur enn goymdur sum institutionelt tilfeingi, og samfelagsligt mótstøðuføri, sum var til av sosiala dynamikkinum og nærleika í samfelagnum líka nógv sum av tilvitaðum politiskum royndum at styrkja um mótstøðuføri.
