Skriva út
Lagt út: 23.08.2010

Rørsla kann tarna demens


Dr.dk skrivar, at fólk í eldrarøktini leingi hava havt varhugan av, at dansur, súkling, svmjing og gongutúrar er heilsufremjandi fyri eldri persónar við demens.

Nú er varhugin eisini staðfestir í niðurstøðuni í eini kanning, sum Sundhedsstyrelsen hevur staðið fyri: likamlig venjing kann tálma menningina av demens hjá frískum eldri persónum og kann bøta um likamliga virkni hjá eldri, sum hava demens.

Tina Hedemann Jørgensen, frá landsfelagnum fyri kommur í Danmark, sigur við dr.dk, at tað mest týdningarmikla er, at tað talan er um  aktivitetir sum borgararnir sjálvir halda eru spennandi, og sum teimum dáma at luttaka í. Hon heldur eisini, at kanningin hevur kommunalpolitikarum eina góða grund, til at raðfesta likamligt virksemi hjá teimum eldru.

Les frágreiðingina, Demens – ikke-farmakologiske interventioner, her