Skriva út
Lagt út: 17.03.2009

Ritgerð hjá Hjalmar P. Petersen útgivin

Dr. phil. ritgerðin hjá Hjalmari P. Petersen "Gender Assignment in Modern Faroese" - um kynstillutan í føroyskum - er útkomin á týska vísindaforlagnum Dr. Kovac í Hamburg.

Í bókini verður víst, hvussu kynstillutan í føroyskum, t.d., hví drós er hvørkikyn, sjálvt um merkingin er ’genta’, og hví eitt nú hurð, gleði, og mong onnur eru kvennkyn. Talan er um merkingarligar og bendingarligar kynstillutanarreglur.

Bókin er 337 blaðsíður, og í 11 kapitlum. Millum teirra er eitt yvirlit yvir kynsskipanir (A general survey of gender systems), ein er um merkingarliga kynstillutan (Semantic gender assignment) og ein er um bendingarliga kynstillutan (Morphological gender assignment) og fleiri.

Meira fæst at vita um bókina á www.verlagdrkovac.de/978-3-8300-4358-4.htm 
Hon fæst eisini til keyps í bókabúðunum.

Tvær greinar hjá Hjalmari P. Petersen eru eisini góðkendar til prent í vísindaligum tíðarritum í næstum. Talan er um "Convergence in Faroese-Danish", sum verður prentað í Arkiv för Nordisk Filologi, og um "Related languages: convergence and replication", sum verður prentað í International Journal of Bilingualism.
 
Les um Hjalmar P. Petersen í Heilagrunninum