Skriva út
Lagt út: 23.06.2009

Risastór kristin hola funnin við Jeriko


Tætt við aldagamla býin Jeriko hava granskarar funnin eina risastóra holu, ið er undir jørð. Ísraelsku fornfrøðingarnir siga, at talan er um eina holu, ið er umleið 4000 fermetrar til støddar.

Mett verður at holan er umleið 2000 ára gomlu, og hevur verið brúkt í umleið 500 ár, sigur Adam Zertal, ísraelskur fornfrøðingur, sum saman við øðrum fornfrøðingum frá universitetinum í Haifa, hava staðið fyri útgrevstrinum.

Størsta hølið í holuni er umleið tríggjar metur høgt og verður hildið uppi av 20 steinsúlum. Á veggjunum eru fleiri ymisk symbol eitt nú kristnir krossar, ið verða mettir at stava frá umleið ár 350. Eisini eru symbolir eftir rómversk herlið í holuni.

Fornfrøðingarnir funnu holuna fyri trimum mánaðum síðan, tá teir arbeiddu við at gera nágreinilig fornfrøðilig kort yvir økið. Teir raktu við holuna, tá teir sóu eitt hol í jørðini og hareftir funnu risastóru holuna, sum upprunaliga var eitt gróthol, ið er uppbygd á ein serstakan hátt høll fyri høll, greiðir Zertal frá.

Granskararnir rokna við, at grót frá holuni er brúkt til at byggja kirkjur og aðrar bygningar í økinum. Men enn er tørvur á at gera nærri kanningar fyri at staðfesta hetta.

Møguliga verður holan ein av teimum mest vitjaðu ferðafólka støðunum í Ísrael í framtíðini, sigur Zertal við Ritzau, sambært jp.dk