Skriva út
Lagt út: 04.04.2016

Research.eu

Seinasta útgávan av Research*eu vísir møguleikarnar at nýta biomarkørar at bøta um sjúkuviðgerðir. Talan er bæði um at bjarga lívi, taka skjóta sjúkuavgerð og -viðgerð, umframt at minka um viðgerðarkostnaðir.

Granskarar í Evropa hava eisini ment klæðing til installatiónir á opnum havi, t.d. vindmyllur. Klæðingin verður mett at leingja um livitíðina hjá installatiónunum við fleiri enn 20 árum. Eisini er grein um trygd á sjónum.

Les hetta og nógv annað í Research*eu, sum kann takast niður her