Skriva út
Lagt út: 24.06.2015

Research.eu um ferðslutrygd og vøkstur í bláa tilfeinginum

Research.eu hevur tvey áhugaverd tíðarrit í mai og juni mánaði.

Í mai útgávuni verður sjóneykan sett ferðslutrygd og nullhugsjónina. Arbeitt verður við at menna bilstólin og trygdarbeltið, so hesi kunnu skráseta møði og ávara føraran. Eisini eru verkætlanir sum kanna, hvussu nær vit eru føraraleysa akfarinum.

Juni útgávan hevur havøkið sum tema. Vøkstur í bláa tilfeinginum er á breddanum og nýskapandi tøkni, sum kann geva okkum betri innlit í havøkið.

Eisini ber til at lesa um heilsuskipan, sum kann hjálpa parkinson sjúklingum við sjúkuteknum og geva læknum betri vitan við áhaldandi eftirliti.

Les research.eu her