Skriva út
Lagt út: 06.08.2011

Rekaviður nýggi mátistokkurin til verðurlagskanning

Tá eitt danskt granskaratoymi fór til Norðurgrønlands, var ætlanin at kanna innlandsísin. Men ístaðin fyri at kanna innlandsísin, fóru granskararnir at savna rekavið, ið hevur víst seg at goyma fleiri áhugaverdar upplýsingar.

Tá ið Svend Funder, lektari, og restin av granskingartoyminum frá Grundforskningscenter for Geogenetik á Københavns Universitet, fóru til norðara part av Grønlandi fyri at kanna, hvussu mongdin av havísi í Arktiska havinum hevur ment seg gjøgnum tíðina, stóð onki um rekavið í verkætlanaðarlýsingini hjá teimum.

Granskararnir gjørdu havboringar og kannaðu innlandsísin og jøklar, men tá tey av tilvild fingu eyga á fleiri pettir av rekaviði fram við landi, avgjørdu tey at kanna rekaviðin nærri.

Kanningarnar framvið landi
Granskararnir kannaðu fleiri kilometrar av strandarøki í Norðurgrønlandi. Tey funnu áleið 30 pettir av rekaviði, ið í miðal vóru til støddar við armin á einum vaksnum manni.

Rekaviðurin varð sendur til Svøríkis til kanningar, har kanningarnar við kolevni-14 staðfestu, hvat slag av viði talan var um og aldurin á viðinum.

Kanningin vísti, at talan var mest um lerkar- og granntrø, ið eru fjøllmiklast í ávíkavist Sibiria og Norðuramerika.

Viðurin hevur ferðast fleiri túsund kilometrar, og hevur tað tikið fleiri ár. Nakað av viðinum hevur ligið við grønlendsku strendurnar í heili 8.000 ár.

Rekaviður er lykilin til fortíðina
»Rekaviður rekur ikki av tilvild um havið og til strendurnar í Grønlandi. Viðurin kann ikki flóta so leingi, so frá byrjan av má viðurin verða blivin fangaður í havísinum og á hendan hátt komin til grønlendsku strendurnar. Tí er hetta eitt tekin um, hvussu stórar mongdir av havísi hava verið í sjónum tá, og tað er júst tað slagi av ísi, ið er í vandabólkinum í dag,« sigur Svend Funder, lektari á Statens Naturhistoriske Museum.

Við grundstøði í kanningunum av rekaviðinum, hava granskararnir staðfest, at tað er sannlíkt, at vit fyri millum 8.500 og 6.000 ár síðani høvdu 50 prosent minni av havísi, enn vit hava í dag.

Natúrligir brimgarðar eru tekin uppá heitari veðurlag
Tá granskararnir kannaðu nakrar natúrligar brimgarðar longri inni á landi, uppdagaðu granskararnir, at brimgarðarnir eru markeringar, frá tá ið aldurnar frítt brutu upp á strendurnar.
Í dag eru ongir brimgarðar framvið strondunum í Norðurgrønlandi, tí í dag er ísur árið runt, og aldurnar kunnu tí ikki bróta upp á land. Men longri inni hava aldurnar fyri fleiri túsund árum síðani sett síni spor í tað grýtuta strandarlendið.

Næsta verkætlan verður longri suður
Natúrligu brimgarðarnir vórðu kortlagdir á einum gott 500 kilometra teini. Eins og við rekaviðinum, varð aldurin á strondunum staðfestur við at brúka kolevni-14.

Niðurstøðan hjá granskararunum er, at fyri 8.500 árum síðani og fram til á leið 4.000 ár síðani, tá veðurlagið var heitari enn í dag, var tað meira opið hav og minni ísur fram við grønlensku strondunum. Hetta staðfestir eisini, hvussu rekaviðurin er komin inn á grønlendsku strendurnar.

Granskararnir kundu hugsað sær at leita eftir rekaviði fram við landi longri suðuri, tí í sunnara parti av Grønlandi hevur tað verið meira opið hav enn í norðara parti av Grønlandi.

Tað var ikki tíð til tað á hesum sinni, men sambært Svend Funder, lektara, er hetta ein sjálvsøgd verkætlan í framtíðini.

Kelda: www.videnskab.dk