Rakul Maria I. Johannesen vart ph.d. um CO₂-goymslu í føroyskum basalti
Týsdagin 23. juni vardi Rakul Maria Ingunardóttir Johannesen sína ph.d.-ritgerð um CO₂-goymslu í føroyskum basalti. Verjan var við universitetið i Oslo.
Ritgerðin ber heitið: ”CO₂ storage potential of flood basalts. A multiscale, structural reservoir study of the Faroe Island Basalt Group." Hon er sett saman av 3 greinum og einum samandrátti, kappa.
Í Noregi er siðvenja at halda ein undanfyrilestur sama dag, sum verjan er. Fyrrapartin helt Rakul tí ein fyrilestur við heitinum “From Pore Space to Province: A Global Perspective on the Scaling of Geologic Mineral Carbonation Systems”.
Sjálv verjan av ritgerðini var seinnapartin og gekk sera væl.
Rakul legðí fyri við at greiða frá um sítt arbeiði. Síðan vórðu tað metingarfólkini, sum viðmerktu og spurdu um ymsar tættir. Skoðsmálini vóru góð, ikki minst, so varð dentur lagdur á týdningin av, at arbeiðið heldur fram í nýggjari altjóða granskingar- og nýskapanarverkætlan.
Rakul Maria hevur arbeitt við verkætlanini á Jarðfeingi og verið innskrivað við Institutt for geofag, Universitetet i Oslo.
Vegleiðarar
Olivier Galland, granskari á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo
Jana Ólavsdóttir, granskari á Jarðfeingi
Hans Jørgen Kjøll, granskari á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo
Sverre Planke, professari II á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo og VBER
Óluva Eidesgaard, granskari á Jarðfeingi
Metingarnevndin
Richard Walker, serfrøðingur, Oregon Department of Geology and Mineral Industries
Nina Skaarup, seniorgranskari, Afdeling for Geofysik og Sedimentære Bassiner, Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland (GEUS)
Anja Sundal, lektari á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo.
Henrik H. Svensen, professari á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo var formaður í nevndini og leiddi verjuna
Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum
Á myndini er Rakul Maria I. Johannesen saman við vegleiðarum og metingarfólkum. (c) jardfeingi.fo
Sí meira á pure.fo
Lopfjøl til stóra altjóða verkætlan
Hendan ph.d.-verkætlanin, sum Jarðfeingi hevur staðið á odda fyri í samstarv við starvsfeløgum á Universitetinum í Oslo, hevur verið lopfjøl til eina altjóða verkætlan, kallað DecarbFaroe við 19 samstarvspørtum kring allan heim.
Endamálið er at kanna, um tað letur seg gera at brúka føroyska basaltið til trygga og varandi goymsla av CO₂. Eydnast verkætlanin, kann hon gerast vegvísari til, hvussu føroyska basaltið kann gerast ein umráðandi viðspælari til at gera smáar og bíligar CO₂-goymslur og á tann hátt ein týðandi liður í einari globalari loysn.
Millum føroysku luttakararnar eru umframt Jarðfeingi Bakkafrost/Førka, SEV og IRF. Tórshavnar kommuna og Umhvørvisstovan eru eisini umboðað í ráðgevingarbólkinum.
Verkætlanin er fíggjað gjøgnum evropiska partalagið CETP og verður samskipað á Géosciences Montpellier í Fraklandi. Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanina er góðar 40 mió. kr. Granskingarráðið hevur stuðlað partin hjá Jarðfeingi við 900.000 kr. umvegis Horizon Europe samstarvið. Vinnumálaráðið hevur eisini stuðlað verkætlanini.
Samandráttur av verkætlanini
There is potential for CO2 storage in flood basalts.
Earth’s temperature is rising, mainly because of CO₂ emissions from human activities, primarily burning of fossil fuels (coal, oil, and gas). To meet the global climate goals, we must cut emissions and use technologies that can both reduce and remove the CO₂ from the atmosphere. Carbon Capture and Storage (CCS) do this by injecting CO₂ underground, into safe and effective geological reservoirs.
Basalt, is a common volcanic rock formed from solidified lava, and is a promising option as a reservoir for CO2 storage. In Iceland, pilot projects have shown that injected CO₂ can react with young basalt and turn into solid minerals. But will this storage technology also work in places where the basalt is older and likely less porous and permeable?
To find out, Rakul M. I. Johannesen has in her doctoral work studied solidified lava flows on the Faroe Islands emplaced for more than 55 million years ago. In her study she has used a wide range of data including field observations from cliffs at the islands, drone images and detailed measurements from a scientific bore-hole.
The results show that fractures in the lava flows play an important role in the reservoir potential. The fractures are controlling both how much CO₂ can be injected and how the CO2 will move underground. And even more importantly, fractures might improve the storage potential of otherwise less permeable basaltic rocks. This knowledge is essential before potentially starting CCS on the Faroe Islands, and it can also help assess other regions where basaltic lava flows are being considered for CO₂ storage.
