Skriva út
Lagt út: 26.09.2016

Ragnheiður Bogadóttir vart ph.d. á Lunds Universitet

Fríggjadagin 16, september 2016 vardi Ragnheiður Bogadóttir ph.d. ritgerð sína á deildini fyri Human Geography og Human Ecology við Lunds Universitet (www.keg.lu.se). Ritgerðin kallast “Time-space Appropriation in the Inka Empire: A Study of Imperial Metabolism”.

Í stuttum er ritgerðin ein viðgerð av sokallaðu samfelagsligu metabolismuni í Inkaríkinum (uml. 1400-1532). Háttalagið, sum verður nýtt í ritgerðini, Time-space appropriation analysis, er ment seinastu árini innan økologiska búskaparfrøði og búskaparfrøðiliga antropologi sum eitt amboð at greina ymiskar búskaparskipanir sum býti av tíð og rúmd millum ávísar samfelagsbólkar. Hetta háttalagið er ikki áður nýtt til at greina forsøguligar búskaparskipanir, soleiðis sum gjørt verður í ritgerðini.

Vegleiðari hennara hevur verið Alf Hornborg, professari. Ph.d. verkætlanin er partur av størri verkætlan við heitinum Power, Land and Materiality: Global Studies in Historical-Political Ecology as a Framework for Assessing Policies for ”Sustainable Development”. Verkætlanin varð fíggjað av svenska granskingargrunninum FORMAS (The Swedish Research Council for Environment, Agriculture and Spatial Planning).

Opponentur til verjuna var Cathy L. Costin, professari á California State University, USA. Í dómsnevndini sótu Mats Widgren, Stockholms Universitet, Christian Isendahl, Göteborgs Universitet og Lisbet Bengtsson, Göteborgs universitet.

Verjan varð skipað á tann hátt, at opponenturin hevði framløgu av ritgerðini í góðan hálvan tíma, og síðan fór sjálv verjan fram í góðan hálvan annan tíma. Verjan gekk væl, og ein samd dómsnevnd góðkendi ritgerðina.

Ragnheiður Bogadóttir arbeiðir í løtuni við eini verkætlan um burðardygga búskaparliga menning í smásamfeløgum á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

Samandráttur
This thesis analyzes some aspects of the appropriation of labor time and natural space in the Inka Empire (ca. AD 1400 – 1532) in order to illuminate the cultural organization of Inka imperial metabolism. Rather than understanding Inka imperialism simply as a political process with socioecological consequences, it is investigated as an ecological process organized through specific cultural categories. The Inka imperial economy is conceptualized in terms of transfers of time and space between different categories of people.

The thesis thus addresses long-standing questions regarding the economic operation of the Inka Empire as well as central issues in general social theory. It demonstrates how imperial power is based on biophysical flows of embodied labor and land, organized by specific cultural permutations of reciprocity and redistribution. The thesis focuses on estimating these flows through analyses of time-space appropriation. This is done by reconstructing, on the basis of archaeological, historical and ethnographic data, the production processes of three emblematic Inka artifacts: textiles, chicha (maize beer), and stone walls.

Ritgerðin kann lesast her

Les meira um Ragnheiður Bogadóttir í Heilagrunninum