Skriva út
Lagt út: 21.05.2008

Ráðstevna um víðkan av ES

Ein ráðstevna um víðkan av ES verður hildin í Istanbul í juni í ár.

 

Ein ráðstevna við heitinum ‘EU enlargement: lessons learnt and future prospects’ verður hildin í Istanbul í Turkalandi 23. og 24. juni í ár.

 

Ráðstevnan er eitt høvi til at fáa kunnleika til ES-víðkanina og til at kjakast um framtíðar politiskan, fíggjarligan og fyrisitingarligan bygnað í ES.

 

Tað er Think & Act, ein ES-fíggjað verkætlan, sum stendur fyri ráðstevnuni. Think & Act hevur til endamáls at eggja til samskifti millum granskarar og tey, ið arbeiða við politikki. Á ráðstevnuni verður dentur lagdur á avbjóðingarnar í sambandi við ES-víðkanina og á at viðgera ymiskar strategiskar møguleikar og møguligar hendingagongdir í einum framtíðar ES.

 

Meira fæst at vita um ráðstevnuna her.