Skriva út
Lagt út: 12.12.2016

Ráðstevna um útbúgvingargransking

Norðurlondum tørva nýggja vitan og nýskapan fyri betri at kunna taka við komandi útbúgvingaravbjóðingum. Hóast norðurlond øll hava eina drúgva siðvenju við alment fíggjaðari útbúgving frá barnaárum til universitet og við lívlangari læring, so hava altjóða kanningar víst stórar munir á, hvussu útbúgvingarskipanirnar virka í einstøku londunum.

Seinastu árini hava bestu granskarar á útbúgvingarøkinum í norðurlondum samstarva um at finna nýggja vitan, sum stuðlar undir framtíðar vitanargrundaðari ráðlegging. Úrslitini av hesum samstarvi verða løgd fram á ráðstevnuni ”Norðurlendsk útbúgving í miðdeplinum: Er ein felags grundvøllur?”, sum verður í Stockholm 6.-7. februar 2017.

Skráin sæst her

Tilmelding í seinasta lagi 23. januar. Tað er ókeypis at luttaka, ferðina og uppihald rinda luttakarar sjálvir.

Ráðstevnan er partur av norðurlendsku granskingarskránni Education for Tomorrow. Fyriskiparar eru NordForsk, Research Council of Norway – FINNUT, Swedish Research Council – Committee for Educational Sciences, Academy of Finland (TULOS).

Les meira um Education for Tomorrow her