Skriva út
Lagt út: 17.04.2008

Ráðstevna um mat, kostvanar og heilsu hjá eldri fólki

Ein ráðstevna um mat, kostvanar og heilsu fyri eldri fólk verður hildin í Varsjava í døgunum 15. til 17. september 2008. Hetta er tann fimta ráðstevnan av hesum slag síðani 1991.

 

Á ráðstevnuni ber til hjá granskarum at leggja fram síni granskingarúrslit. Eisini er ráðstevnan eitt gott høvi hjá granskarum at hittast, netverka og skifta orð um royndir, hugskot og nýggjar upplýsingar um mat, kostvanar og heilsu hjá eldri fólki.

 

Gev gætur, at eftir 31. mai 2008 hækkar luttakaragjaldið. So heitt verður á luttakarar um at skráseta seg til ráðstevnuna innan 31. mai 2008.

 

Á ráðstevnuni verða hesi evnini viðgjørd:

 

  1. Dietary patterns and chronic diseases in Europe
  2. Dietary patterns and chronic diseases in the US
  3. Genes in healthy aging
  4. Energy balance, body composition and functionality
  5. Diet and mental health
  6. Nutrition, physical activity and bone health
  7. Nutrition in sustaining quality of life in old age
  8. Malnutrition
  9. Nutritional care: how to improve the nutritional intake?
  10. Nutrition, aging and/or disease interactions
  11. Public health nutrition related to old age
  12. Recommendations/guidelines for older people

Fleiri upplýsingar um ráðstevnuna eru at finna her.