Skriva út
Lagt út: 11.09.2018

Ráðstevna um bioetiskar spurningar í sambandi við prenatalar kanningar

Norðurlendska nevndin fyri bioetik, NCBio, skipar fyrst í oktober fyri ráðstevnu í Hørpu í Reykjavík um prakis og møguleikar við prenatalum kanningum í Norðurlondum.

Ráðstevnan er frá kl. 13 til 17 og ber heitið “Bioethical perspectives on new developments in non-invasive prenatal diagnosis (NIPD)”.  Skráin sæst her 

NCBio sigur soleiðis um skránna:

“Prenatalar sjúkugreiningar av óføddum børnum geva møguleikan fyri at eyðmerkja og í framtíðini eisini at viðgera sjúkur og brek í móðurlívi, in utero. Fostur kunnu verða kannað við at greina blóðið hjá mammuni fyri biomarkørar ella informativt DNA. NIPD verður brúkt í norðurlondum, men tað er ójavnt, hvussu nógv hetta verður brúkt og hvat slag av kanningum verða gjørdar.

Á hesum fundinum verður serliga hugt at bioetisku prinsippunum í sambandi við NIPD, frá sjónarhorninum hjá foreldrunum, hjá ófødda barninum, heilsuverkinum og samfelagnum.

Ljós verður varpað á avgerðir, sum foreldur og heilsustarvsfólk standa við í mun til etisk prinsip um sjálvræði, fyribyrging av skaða og fjølbroytni.”

Ráðstevnan hjá NCBio er partur av eini størri ráðstevnu, WMA - Medical Ethics Conference, sum World Medical Associiation  saman við íslendska læknafelagnum er vertur fyri í døgunum 2. til 4. oktober. Til ber at melda seg til annaðhvørt ein dag ella alla ráðstevnuna, Meira kunning um skrá og tilmelding er at finna her  

Føroyar hava eygleiðarastøðu í NCBio. Súsanna Mortensen frá Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Setrinum er umboð fyri Føroyar.