Skriva út
Lagt út: 24.02.2012

Ráðstevna: korallur á djúpum havi

Í døgunum 1. til 6. apríl 2012, verður fimta ráðstevnan um korallur á djúpum havi (The Fifth Conference on Deep Sea Corals) hildin í Amsterdam.

Á ráðstevnuni verða góðir møguleikar at luta tankar um lívfrøðiligt margfaldi og vistskipanir hjá koralum á djúpum havi, sum eru nærum eins nógvar tali og korallur á grunnum vatni. Hóast tær flestu djúphavs kroallur ikki skapa riv eins og korallur á grunnum vatni, so eru tær týðandi partur av vistskipanini á djúpum vatni, og krevja tí at vakið eygað verður hildið við teimum fyri at verja tær.

Les meir um ráðstevnuna her: http://www.deepseacoral.nl/index.htm