Skriva út
Lagt út: 24.09.2008

Ráðstevna: flytføri í arbeiðsmegi

Flytføri í arbeiðslívi - týdningur, avleiðingar og nýggjar avbjóðingar. Hetta er heitið á eini ráðstevnu, sum verður hildin í Europa-tinginum í Brussel fríggjadagin 17. oktober.

Á ráðstevnuni verða framløgur hildnar um nútíðar flytføri í arbeiðsmegi umframt um tann týdning og tær avleiðingar, sum flytføri í arbeiðsmegi hevur fyri samfelagið, búskapin, fólkavøkstur, javnstøðu og lívsgóðsku í Europa. Eisini verður komið inn á nýggjar avbjóðingar fyri búskap og møguleikar fyri at broyta politiskar strategiir viðvíkjandi flytføri í arbeiðsmegi.

Ráðstevnan verður í Europa-tinginum fríggjadagin 17. oktober klokkan 9.30 til 13.00.

Les meira um ráðstevnuna her.