Skriva út
Lagt út: 25.03.2022

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan tilnevnt

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur tilnevnt ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.

Í ráðnum sita:

  • Annika H. Davidsen, ph.d. í sálarfrøði, tilnevnd fyri 4 ár
  • Eyðun Jacobsen, ph.d. í teldufrøði, tilnevndur fyri 2 ár
  • Gunnvør á Norði, ph.d.. í lívfrøði, tilnevnd fyri 2 ár
  • Jan Rasmussen, ph.d. og serlækni í hjartasjúkum, tilnevndur fyri 4 ár
  • Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. í umhvørvismálum, tilnevnd fyri 2 ár
  • Sóley H. Hammer, MA í løgfrøði, tilnevnd fyri 4 ár
  • Tórheðin J. Jensen, formaður, DBA, tilnevndur fyri 4 ár

Ráðið er sett sambært kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan við heimild í lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan frá 7. juni 2020.

Í ráðnum sita 7 limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir við støði í tilmælum, sum ein trímannanevnd hevur gjørt. Uppskotini, sum trímannanevndin hevur viðgjørt, eru innkomin við almennari lýsing, har borgarar, stovnar og fyritøkur hava havt møguleika at koma við uppskotum um ráðslimir. Limirnir sita fyri fýra ár, tó at tað hesaferð eru valdir 3 limir fyri 2 ár, tí at ráðið fyri fyrstu ferð er sett.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan ráðgevur Føroya Landsstýri og vinnu um yvirskipaða føroyska politikkin, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.

Ráðið fær virknað frá 31. mars 2022.

Kelda: ummr.fo