Skriva út
Lagt út: 22.04.2022

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan farið til verka

Týsdagin 19. apríl hittist nýtilnevnda Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan á fyrsta sinni í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Á fundinum vóru umframt ráðslimirnar Jenis av Rana landsstýrismaður og umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið og Granskingarráðið.

Jenis av Rana beyð vælkomin og ynskti ráðslimunum tillukku við tilnevningini.

Eftir navnkenning varð greitt frá setanartilgongdini. 53 fjølbroytt uppskot komu inn frá privatum persónum, fyritøkum og almennum stovnum. Ein embætisbólkur gjørdi tilmæli til landsstýrismannin um samanseting av ráðnum samsvarandi ásetingunum í lógini, har tað stendur: ”Ráðslimirnir skulu tilsamans umboða vitan um og royndir við gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt. Ein meiriluti av ráðslimunum skal hava granskingarførleika í minsta lagi á lektarastigi, og fleiri skulu hava viðkomandi og drúgvar royndir úr vinnuni.” Av teimum 10 tilnevndu valdi landsstýrismaðurin 7 limir.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, fegnast um at Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan loksins er sett. Gransking, menning og nýskapanarøkið hevur avgerandi týdning fyri samfelagsmenning. Ráðið skal nú vera við til at leggja grundarlagið undir framtíðar kós Føroya á økinum.

Ráðið hevur fjøltáttaðar uppgávur. Tað skal ráðgeva Føroya landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikkin viðvíkjandi gransking, menning og nýskapan og eygleiða gransking, menning og nýskapanarøkið heima og uttanlands og seta mál fyri menning av hesum í Føroyum. Tað skal gera uppskot til landsstýrisfólkið um mál fyri stuðulsveiting og luttøku Føroya í altjóða samstørvum og ráðgeva í sambandi við fyrireiking og skipan av lóggávu á økinum og í spurninginum um, hvussu hesi kunnu gerast meira gagnlig fyri samfelagið.

Ráðið skal harumframt gera árliga frágreiðing um gransking, menning og nýskapan í Føroyum við støðulýsing og meting av almennu gongdini í Føroyum og av støðuni í mun til altjóða samstarv, umframt tilráðingar í hesum sambandi. Frágreiðingin skal vera grundarlag fyri kunning og kjaki.

Á fundinum varð skift orð um uppgávurnar, um støðuna á økinum og skipan av arbeiðinum hjá ráðnum.

Granskingarráðið veitir ráðnum stuðul og skrivarahjálp. Rósa Heinesen, fulltrúi, verður skrivari ráðsins.

Á myndini frá vinstru: Jenis av Rana, landsstýrismaður, Annika Helgadóttir Davidsen, Ragnheiður Bogadóttir, Gunnvør á Norði,  Tórheðin Jónsveinsson Jensen, formaður, Eyðun Jacobsen og Jan Rasmussen.

Sóley Heradóttir Hammer vantar á myndini.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.