Skriva út
Lagt út: 30.08.2023

Ráð mælir til meira samstarv, styrktar karmar og meira fígging

Átta tilmæli til at styrkja gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Hóast tað hevur gingið framá á hesum økinum í Føroyum, mugu vit sum samfelag gera nógv meira fyri at brynja okkum til framtíðina. Hetta var í stuttum boðskapurin frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, sum í gjár legði fram sína fyrstu ársfrágreiðing.

Tórheðin J. Jensen, formaður, legði fram vegna ráðið. Hann greiddi frá arbeiðinum hjá ráðnum og umrøddi teir tríggjar spurningarnar, sum ráðið setur: 1. Hví gransking, menning og nýskapan? 2. Hví almennar íløgur? og 3. Hví altjóða samstarv?

Síðani lýsti  hann stutt støðuna í Føroyum, sum er merkt av at:

  • Lutfalsliga nógvir granskingarstovnar eru, ið eisini hava aðrar uppgávur
  • Lítið samstarv er, bæði millum alment/privat, alment/alment og tvørturum gransking, menning og nýskapan
  • Føroyskar stuðulsskipanir eru smábýttar, játtanir eru lágar
  • Flestu stovnar luttaka í nógvum altjóða samstørvum, men fyrisitingarorkan er avmarkað
  • Hagtøl hava ikki verið tøk
  • Ov lítið verður tosað um økið yvirskipað, so innlitið í støðuna er ov misjavnt

Ráðið hevur eftir at hava tosað við umboð fyri granskingarstovnar, vinnuna og við útlendskar gestir valt at gera fleiri tilmæli til landsstýrið.

Tey átta tilmælini eru:

  1. Gransking, menning og nýskapan verða raðfest hægri
  2. Fróðskaparsetrið verður snúningsdepil fyri gransking, menning og nýskapan
  3. Depil fyri gransking, menning og nýskapan verður mentur
  4. Ítøkilig mál verða sett og karmarnir verða styrktir fyri føroyskari luttøku í altjóða samstarvi
  5. Ætlan verður løgd fyri, hvussu Føroyar kunnu verða áhugaverdari fyri granskarar
  6. Grundjáttanir til granskingarstovnar verða øktar og serføroysk granskingarøki raðfest
  7. Greiðar mannagongdir verða gjørdar fyri móttøku av útlendskari fígging
  8. Fíggingarleistir, ið ikki hava verið nýttir í Føroyum áður, verða kannaði

Eftir framløguna var høvi at seta spurningar. Síðani var panelorðaskifti um tilmæli trý. Meira um tað er í aðrari grein her.

Tiltakið var í Kongshøll fyri innbodnum. Ráðið skal sambært lógini ráðgeva landsstýri og vinnu um  yvirskipaða politikk Føroya við felagshugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan. Landsstýrisfólk, løgtingslimir, aðalstjórar, granskingarstovnsleiðarar og umboð fyri vinnuna vóru boðin við til tiltakið. Harafturat vóru ráðslimirnir og Granskingarráðið. Eini 60 fólk vóru tiltakið.

Les alla frágreiðingina her

Ein samandráttur er her

Um ráðið fyri gransking, menning og nýskapan her

Ætlanin er eisini at skipa fyri einum almennum kunningarfundi um frágreiðingina. Meira verður at frætta um hetta í næstum.