Skriva út
Lagt út: 12.08.2009

Poul Martin Bendix tvær greinar í PNAS

Poul Martin Bendix hevur í summar fingið tvær greinar útgivnar í høgt metta tíðarritinum PNAS -(Proceedings of the National Academies of Sciences USA - www.pnas.org  

Á fyrru greinini við heitinum "Quantification of nano-scale intermembrane contact areas by using fluorescence resonance energy transfer" er hann fyrsti rithøvundur av trimum.

Seinna greinin, sum er skrivað í samstarvi við granskarar á Harvard University, har Poul Martin Bendix eisini hevur arbeitt, hevur heitið "An active biopolymer network controlled by molecular motors".

Poul Martin Bendix arbeiðir í einum granskarabólki á Institut for Neurovidenskab og Farmakologi, Nano-Science Center ved Københavns Universitet

Tey hava ment ein nýggjan framkomnan hátt at máta í nanoskala, sum kann økja um okkara vitan um virusígerðir og sjúkur í nervalagnum.

Mátihátturin kann fáa týdning fyri møguleikan at grøða nervalagssjúkur og sálarsjúkur sum parkinson og tunglyndi.

Les meira um arbeiðið hjá granskarabólkinum á www.videnskab.dk

Les meira um Poul Martin Bendix í Heilagrunninum.