Skriva út
Lagt út: 09.02.2010

Poul Joensen, neurologur, grein í altjóða tíðarriti


Poul Joenen, neurologur, hevur fingið greinina 'Multiple sclerosis incidence in the Faroe Islands 1986 – 2007'' upptikna í aljóða neurologiska tíðarritinum Acta Neurologica Scandinavica.

Greinin verður prentað í einum av fyrstu útgávunum, men er longu nú tøk á netinum á hesi síðuni.

Úrslitini í greinini byggja á meira enn 20 ára gransking, og fevna um allar sjúklingar í Føroyum, sum hava fingið staðfest multiple sclerosis í tíðarskeiðinum frá 1986 til 2007.