Skriva út
Lagt út: 01.09.2009

Postkassin sprongdur av umsóknum - rættlag er á aftur

Hóast vit høvdu ávarað KT-fyrisitingina um, at tað fór at koma nógvur teldupostur í dag, 1. september,  við stórum viðheftum, so hendi tað klassiska: Postkassin hjá okkum fór í svart fyrrapartin. Arbeitt varð av øllum alvi at fáa loyst málið og móti middegi var trupulleikin loystur.

Orsakað av teknisku trupulleikunum hava vit gjørt av, at allar umsóknir, sum koma í dag, verða góðkendar sum komnar til tíðina.

Allir umsøkjarar fáa teldubræv við kvittan fyri móttøku. Um tú hevur sent okkum teldupost og ikki hevur fingið teldubræv frá okkum, heita vit á teg um sum skjótast at ringja til okkara á + 298 567800 og boða frá .