Skriva út
Lagt út: 22.04.2008

Politisku lyftini strektu ikki

Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2008, sum júst er lagt fram, er eitt stórt vónbrot fyri Granskingarráðið. Landsstýrið hevur skotið upp, at Granskingargrunnurin skal fáa somu játtan í 2008 sum í 2007, tvs. 6.680 mió kr. Hetta eru 2 mió kr. minni enn undanfarna samgonga skeyt upp í oktober 2007. Ein óbroytt játtan er í veruleikanum ein niðurskurður, tí allar útreiðslur, sum játtað verður til, økjast í stórum í hesum døgum, meðan játtanin stendur í stað.
Útlitini fyri 2009 eru sambært FL 08 einki frægari, tí sama upphædd stendur eisini ætlað fyri 2009.
Uppskotið stendur í skerandi andsøgn við samgonguskjalið, undirskrivað fyrr í ár, har tað m.a. stendur:

Gransking
Gransking er fyritreytin fyri bæði búskaparvøkstri og samfelagsmenning sum heild. Tí verður styrkt munandi um granskingina í breiðastu merking, eins og vinnan verður stimbrað til eisini at fara undir miðvísa gransking. At fáa til vega nøktandi hagtalsgrundarlag er ein partur av hesi ætlan.

Tær eindir, sum í dag varða av granskingini, verða betur samskipaðar.

Málið er at nýta líka stóran part av BTÚ til gransking, sum OECD-mælir til.

Samgongan er sinnað at játta tann pening, ið krevst, til tess at Føroyar kunna verða virkin partur í granskingarhøpinum hjá ES.

OECD málið er 3 % av BTÚ, har av tað almenna í minsta lagi skal játta 1%. Við nýggja fíggjarlógaruppskotinum er tað tíverri farið eitt stórt stig skeiva vegin.