Skriva út
Lagt út: 12.08.2019

Politiska umsitingin av føroyska botnfiskiskapinum greinað

Jóannes Jacobsen, adjunktur á Fróðskaparsetrinum, hevur útgivið grein í tíðarritinum Marine Policy Greinin verður prentað í útgávu nr. 108, oktober 2019, men er longu tøk á netinum. Greinin kallast “Path dependence in Faroese fisheries (mis)management” og kann lesast her

Greinin leggur fram eina vísindaliga grundaða greining av, hví grundleggjandi súlurnar í politisku umsitingini av føroyska botnfiskiskapinum meira ella minni eru óbroyttar frá 1987, tá skipanin við veiðiloyvum kom í gildi, til og við nýggju fiskivinnulóggávuna frá 2018, hóast lívfrøðiligu og búskaparligu úrslitini meginpartin av tíðini hava verið sera vánalig. Greinin undirbyggir eina tesu um, at bæði vánaligu lívfrøðiligu og búskaparligu úrslitini og manglandi tillagingarnar í politisku umsitingini av botnfiskiskapinum stava frá, at fiskivinnupolitikkurin ongantíð hevur havt sum endamál at skapa so stór búskaparlig virðir sum gjørligt til eigaran av fiskiríkidøminum, t.e. Føroya fólk. Ístaðin hevur fiskivinnupolitikkurin altíð havt sum fremsta stavnhald at vera við til at skapa og skorða undir semju millum áhugabólkar innanhýsis í fiskivinnuni í teirra áhaldandi togan um býtið av teimum búskaparligu virðum, sum eru innbygd í veiðirættindini. Hóast samfelagsliga og búskaparliga umhvørvið kring toganina áhaldandi broytist, so er grundleggjandi innanhýsis semjan um býtið av veiðirættindunum - og innbygdu búskaparligu virðinum í teimum - millum áhugabólkarnar í fiskivinnuni stórt sæð óbroytt.

Les um Jóannes Jacobsen í Heilagrunninum