Skriva út
Lagt út: 23.09.2016

Pokurnar fara at ganga á Vísindavøkuni

Vísindavøkan verður í Perluni og Reinsarínum fríggjadagin 30. september frá kl. 8.00 til 22.30

Millum klokkan 17.30 og 19.30 fara pokurnar at ganga. Ikki tær vandamiklu frá 17. og 18. øld, men tær modernaðu pokurnar, Pokémon GO, sum hava fingið allan heimin upp at garta.

Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum við íblástri frá Pokémon GO til børn og vaksin. Tað er ikki neyðugt at kenna spælið fyri at fáa verið við.

Í Perlutúni fer Pikachu at koma á vitjan millum 17.30 og 18.00. Har verða ymisk ting at royna, m.a. Pokémonskattaveiða og spurnarkapping, og framsýningar og kunning um Pokémon GO til børn og vaksin.

Í Reinsarínum verða sjey framløgur í Pecha Kucha sniði um ymisk evni í sambandi við ella íblástri frá Pokémon GO. Hvør framløga er 6 minuttir og 40 sekund.

Skráin fyri framløgurnar

18.00 Ólavur Ellefsen
Hugtakandi læring í øktum veruleika

18.10 Ása Johannesen
Krógva og blunda - Pokémonar og fólk

18.20 Magnus Gaard
Metamorfosu hugtakið í náttúruni

18.30 Magni Mohr
"Zappa" teg í betri kropsligan form

18.40 Annika Sølvará
Á ferð inn í eina óendaliga verð

18.50 Gunnar S. Knudsen
Møguleiki fyri jaligari menning av tøkni

19.00 Suni Poulsen
Í hvønn mun er økta talgildanin av gerandisdegnum skaðandi og í hvønn mun ein gáva?

Sí meira um framløgurnar á gransking.fo

Høvi verður eisini at spæla Pokémon GO, tí beitur ella agn verða sett á Pokéstoppini í økinum frá kl. 18.00 til 21.00.

Hetta er tiltak, sum kemur afturat framsýningunum og tiltøkunum hjá granskingarstovnunum, sum eru allan dagin kring frumevnini jørð, vatn, luft og eldur, og royndirnar hjá næmingum og lærarum í Hoydølum í telti á p-økinum yvirav Reinsarínum. Les meira her