Skriva út
Lagt út: 07.08.2020

Poddvarp um talufrælsi, religión og ST

Fyrr í ár var viðtal við Heina í Skorini send sum poddvarp frá Department of War Studies á King’s College London.

Hetta er ein samrøða í røð um evni, sum granskarar á staðnum og onnur fáast við.

Heini í Skorini sigur soleiðis:

- Samrøðan snýr seg um, hví eg fór í gongd við hetta evnið; hvussu stríðið um at definera altjóða mannarættindi og altjóða lóg fer fram í ST; hvussu religiøsur sensurur verður praktiseraður kring heimin og hvør munurin er á blasfemi-lóggávu og lóggávu ímóti haturstalu.

Til ber at hoyra poddvarpið her