Skriva út
Lagt út: 12.07.2019

Plastikk funnið í sjófugli greinað

Vandin fyri, at marinar verur eta plastikk, vekir ørkymlan, tí plastikk inniheldur vandamikil kemisk evni. Granskarar hava kannað plastikkpetti, funnin í sjófuglum, fyri at eyðmerkja evni, sum sjófuglar kunnu verða í størst vanda fyri at fáa í seg. 194 plastikkpetti funnin í havhestum úr Føroyum og tveimum sløgum av albatrossum frá Mukojima Island, vóru kannað neyvt. Her varð staðfest, at pettini innihildu fýra sløg av UV stabilisatorum og tvey sløg av bromineraðum logatálmarum. Styrene oligomers, sum er eitt hjáevni í plastframleiðslu, vóru skrásett við 4.6% í havhesti og 2.1% í albatrossum.

Mongdirnar av UV stabilisatorum spentu frá ‘ikki ávíst’ (not detected) til  1700 μg/g, fyri logatálmarar frá ‘ikki ávíst’ til 1100 μg/g og fyri styrene oligomers frá ‘ikki ávíst’ til – 3200 μg/g. Granskararnir sóu, at hesi kemisku evni vóru varðveit í plastikki, sum flýtur og dettur sundur í havinum, og síðani verður etið av sjófugli. Hetta slagið av flutningi av plastikki kann vera ein beinleiðis kelda til dálking av marinum verum.

Greinin kallast: “Piece-by-piece analysis of additives and manufacturing byproducts in plastics ingested by seabirds: Implication for risk of exposure to seabirds”. Ein samandráttur sæst her

Høvundarnir eru úr Japan og Hollandi og kallast: Kosuke Tanakaa, Jan A. van Franeker, Tomohiro Deguchi og Hideshige Takadaa. Jens-Kjeld Jensen og Bergur Olsen hava fingið til vega fuglar úr Føroyum. Teir hava samstarvað við Jan A. van Franeker í nógv ár.