Skriva út
Lagt út: 11.02.2011

Pinkubørn skilja sosialt vald

10 mánaðar gomul pinkubørn skilja sosialt yvirræði og megna frammanundan at síggja hvør væntandi vinnur eina ósemju.

Okkara grundleggjadi fatan av innanhýsis valdsviðurskiftunum hjá øðrum menniskjum tykist at vera viðfødd.

Tað staðfestir ein nýggj kanning, ið vísir at náttúran hevur raðfest týdningin av sosialum hierarkii sum nakað grundleggjandi.

– Okkara gransking vísir, at vit hava eina viðfødda fatan av tí sosiala valdsbygnaðinum. Tað gevur okkum eitt innlit í hvørjir grundleggjandi byggiklossar, vit nýta til at skilja heimin. Vit eru heilt inni á beinagrindini av hvussu menniskju fata heimin, sigur Lotte Thomsen, sum hevur ábyrgd av kanningini. Hon er knýtt at Københavns Universitet og Harvard Univeristy. Úrslitini av kanningini er løgd fram í tíðarritinum Science.

– Vit eru sosialar verur og vit hava býtt okkum upp í sosialar bólkar. Hetta hevur ávirkað okkara menning. Náttúran hevur raðfest fatan av sosialum yvirræði, ið er kjarnuhugtakið, sum vit skulu hava við okkum ígjøgnum lívið, sigur Lotte Thomsen.

Aðrar granskingar vísa, at pinkubørn eisini hava viðfødda fatan av náttúrulógum.

Eitt nú gerast børn bilsin, um lutir ikki detta beint niður, tá tey missa teir, men ístaðin fara uppeftir ella sveima í luftini.

Børn hava eisini eina grundleggjandi fatan av tølum. Vísir tú teimum tríggjar lutir, og so tríggjar lutir afturat, og aftur tríggjar lutir og bráðliga fimm lutir, undrast tey um tað.

Tey duga eisini at síggja, um tað er ein ætlan handan gerðina. Ein rullustólur, ið verður skumpaður, koyrir ikki sjálvur, men eitt menniskja, sum gongur, flytir seg sjálvt.

Tey somu grundleggjandi fatanarmynstur vísa seg eisini í djóraheiminum.

Náttúran hevur avgjørt, at vit verða fødd við eini grundleggjandi vitan um náttúrulógir, tøl og sosialar bygnaðir.

– Eitt tað týdningarmesta vit skulu læra, er hvussu okkara sosiali umheimur virkar. Hvør hevur ein felagsskap, hvør hevur eina valdstøðu í mun til onkran annan og hvør er javnstillaður.

– Fyri at skilja hvussu heimurin hongur saman, er tað umráðandi fyri pinkubørn at skilja hvar tey sjálvi eru í tí sosiala hierakiinum, sigur Lotte Thomsen.

Les alla greinina her: http://www.forskning.no/artikler/2011/januar/277312

Kelda: http://www.forskning.no/