Skriva út
Lagt út: 02.10.2009

Petur Steingrund vart dr. philos við universitetið í Bergen

Í dag, fríggjadagin 2. oktober, hevur Petur Steingrund, fiskifrøðingur, vart dr.philos ritgerð við universitetið í Bergen.

Doktararitgerðin lýsir m.a., hvussu toskastovnurin í 1990’unum mestsum úr ongum kundi koma fyri seg eftir bert fáum árum. Ritgerðin hevur heitið ‘Food availability and feeding in Atlantic Cod (Gadus morhua L.) at Faroe Islands: consequences for spatial distribution, recruitment, natural production and fishery’. Andmælingar vóru prof.,Dr. B.R. MacKenzie og prof. Dr. R.D.M. Nash.

Hetta er onnur doktara/Ph.D verjan fyri starvsfólk á Havstovuni í ár, tí fyrr í ár vardi Karin Margretha H. Larsen sína Ph.D-ritgerð.

Les meira á http://www.uib.no/info/dr_grad/2009/Steingrund_Petur.h

Les eisini um Petur Steingrund í Heilagrunninum