Skriva út
Lagt út: 20.03.2021

Paula Gaard vart ph.d. um ummæli av føroyskum bókmentum

Fríggjadagin 19. mars vardi Paula Gaard ph.d.-ritgerð við heitinum: "Verjurøða ummælarans - sjálvsmyndan í føroyskum bókaummælum 1997-2007"

Verjan var í Kongshøll og varð somuleiðis stroymd.

Paula legðí fyrst arbeiði sítt fram, greinaði ørindini og granskingarspurningarnar í ritgerðini.

Síðani fingu andmælingarnir orðið. Erik Skyum-Nielsen, lektari, var fyrri andmælingur, meðan Dagný Kristjánsdóttir, professari, var annar andmælingur. Tey umrøddu ritgerðina, sum tey sum heild hildu vera góða og áhugaverda. Tey settu Paulu Gaard ymsar spurningar og kjakaðust um evni og fokus í ritgerðini. Samanumtikið mettu tey ritgerðina vera sera væl skrivaða og eitt gott vísindaligt avrik, sum eigur at vera givið út í bók.

Malan Marnersdóttir, professari og forkvinna í metingarnevndini, tók samanum til seinast. Hon endaði við at siga, at ritgerðin hjá Paulu er eitt stór og virðismikið íkast til føroyska bókmentagransking

Eftir stuttan fund í metingarnevndini kunngjørdi Malan Marnersdóttir, at nevndin einmælt  mælti til, at Paula Gaard fekk tillutað ph.d.-heitið. Síðani handaði Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, ph.d.-prógvið.

Gott 70 fólk vóru til framløguna, sum vardi knappar 3 tímar. 

Paula Gaard hevur verið inskrivað á Føroyamálsdeildini undir arbeiðinum. Turið Sigurðardóttir var vegleiðari, og Ástráður Eysteinsson hjávegleiðari. Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið hava fíggjað ph.d.-verkætlanina.

Um ritgerðina

Í ph.d.-ritgerðini viðger Paula Gaard ummæli av føroyskum føgrum bókmentum, sum eru skrivað í føroysk bløð og tíðarrit.

Ritgerðin kannar ummælini í einum tíðarskeiði í føroyskari ummælarasøgu, tá ummælaravirksemi framvegis var savnað á einum mentanarpalli, sum var einfaldur, tí at tað, sum varð skrivað um bókmentir, var savnað í bløðum og tíðarritum, áðrenn Facebook, bloggar og aðrir sosialir miðlar gjørdu, at ein og hvør kundi skapa sær sín egna pall og siga sína hugsan um bókmentir.

Kanningin greinar ummælini út frá ástøði um tekstslagið. Dentur verður lagdur á at kanna, hvussu ummælarin skapar sær mentanarligan myndugleika í tekstinum, bæði innihaldsliga við at hyggja at, hvussu hann skapar sær myndugleika við at seta bókmentirnar í bókmentaligt høpi o.s.fr, og tá tað kemur til diskurs ella retorikk, hvussu hann setir sín egna persón á pall í ummælinum og soleiðis skapar sær eina sermerkta rødd.

Higartil hava ummæli í mestan mun verið kannað sum hjálpartekstir í bókmentagranskingini, ikki minst bókmentasøguskriving og sum heimild um, hvussu bókmentirnar hava verið móttiknar í sínari samtíð.

Í hesari ritgerð verður fokusið skift, og ummælið verður viðgjørt sum tekstur í sjálvum sær ikki bara formliga, innihaldsliga, málsliga og stíli viðvíkjandi, men eisini sum tekstslag og sum parallellsøga hjá bókmentasøguni.

Ummælið verður sett fram sum tekstur við eins stórum listarligum potentiali og aðrir fagurbókmentaligir tekstir, sum eitt breitt og vítt fevnandi tekstslag, ið liggur á markinum millum ymiskar siðvenjur og letur upp fyri alskyns møguleikum, bæði tá tað kemur til at bera boðskapir av ymiskum slag, at føra fram egin áhugamál, og tá tað kemur til kreativa skriving.

Tíðarskeiðið 1997-2007 verður lýst sum eitt lívligt tíðarskeið í føroyskari ummælissøgu, har lutfalsliga nógv og fjølbroytt ummæli eru skrivað, ið endurspegla bókmentaligar streymar og spenningar millum skaldskaparhugsjónir í samtíðini.

Henda kanning kallar á framhaldandi gransking, sum kann leggja støði undir eina føroyska ummælissøgu.

Kanningin av tíðarskeiðinum 1997-2007, tíðini sum leiðir upp til okkara talgildu tíð, har almenni pallurin syndrast og verður avloystur av ymiskum nýggjum pallum, vekur eisini nýggjar spurningar, sum bíða eftir at verða svaraðir: Broytist ummælið sum tekstslag, tá tað flytur úr bløðunum og yvir á bloggar og sosialar miðlar, og trína nýggjar ummælaratypur á henda nýggja, broytta bókmentapallin.

Mynd: Granskingarráðið