Skriva út
Lagt út: 04.04.2008

Panik-angist verkætlan nógva umrøðu

Verkætlanin um panik-angist, sum August G. Wang og Hans Atli Dahl arbeiða við undir leiðslu av Torben Kruse, professara frá Syddansk Universitet, fær nógva umrøðu í Danmark í løtuni. Á ársfundi hjá Dansk Psykiatrisk Selskab 13.- 15. mars fekk Hans Atli Dahl vegna granskingar bólkin virðisløn fyri ein postara um verkætlanina.

Í Ny Viden, almen vísindaliga tíðarritinum hjá Syddansk Universitet, er eisini ein grein um verkætlanina, har tað m.a. verður sagt at:
"Befolkningen på Færøerne er kræs for genforskerne, fordi øernes afsides beliggenhed gør, at befolkningen er mindre blandet end den danske. Tolv generationer tilbage er de 13 færinger i familie med hinanden, og de har derfor en mere ens arvemasse."

Verkætlanin hevur verið í gongd í meira enn 10 ár, m.a. við stuðli frá Granskingarráðnum. Í løtuni verður arbeitt við at finna meira fígging, tí nógv er eftir at kanna enn.

Postarin, sum vann 2. virðisløn (1,6 MB)

Heimasíðan hjá Dansk Psykiatrisk Selskab: www.dpsnet.dk

Ny Viden kan lesast á heimasíðuni hjá SDU