Skriva út
Lagt út: 03.08.2011

Ovurviðkvæmi kann staðfestast beint eftir føðing

Danskir granskarar avdúka, at smábørn vísa tekin til at fáa ovurviðkvæmi seinni í lívinum, longu tá tey bert eru 1 mánað gomul. Hendan uppdaging kann gera tað møguligt at menna eina betri fyribyrging.

Børn hava longu sum heilt lítil lyndi til at fáa ovurviðkvæmi, astma, eksem ella hoyfepur.

Í roynd og veru hava danskir granskarar staðfest, at børn, ið eru 1 mánað gomul, kunnu longu tá vísa fyrstu tekini til at fáa fleiri av hesum sjúkum.

Ovurviðkvæmi byrjar, áðrenn tú sært tekini
Granskarar frá Dansk BørneAstma Center á Gentofte sjúkrahúsi, hava funnið fram til, at børn, ið eru í vanda fyri at fáa ovurviðkvæmi, hava høga mongd av einum serligum slagi av proteini, langt áðrenn vit, hava nakran møguleika fyri at síggja tekinini av sjúkuna.

»Saman við kanningum, ið vit fyrr hava gjørt, vísir hetta, at sjúkugongdin byrjar tíðliga í lívinum og langt áðrenn vit kunnu síggja sjúkutekin. Sjúklingurin er sostatt ein sjúklingur, longu áðrenn hann hevur fingið sjúkuavgerð,« sigur Hans Bisgaard, yvirlækni, leiðari av Dansk BørneAstma Center og professari á Det Sundhedsvidenskabelige Fakultet á Københavns Universitet.

Proteinið u-EPX avdúkar ein serligan vanda
Hans Bisgaard hevur saman við starvsfeløgunum sínum, Bo Lund Krogsgaard Chawes og Klaus Bønnelykke funnið fram til, at børn, ið seinni fáa eitt nú hoyfepur og eksem, longu sum heilt lítil hava haft ov høga mongd av proteininum u-EPX.

U-EPX er partur av hvítu blóðlikamunum (meiri neyvt í teimum sonevndu eosinofilu granulocyttunum), ið basa ígerðum í kroppinum.

Granskarar vita enn ikki hví kroppurin økir um mongdina av u-EPX, men uppdagingin – sum er funnið við vatnroyndum – letur upp fyri møguleikanum, at vit sera tíðliga kunnu finna børn, ið eru í vandabólki fyri at fáa ovurviðkvæmi, astma, eksem ella hoyfepur. Á hendan hátt kunnu vit verða sera varug við børn, sum hava øktan vanda at fáa hesar sjúkur, og so statt við tíðini møguliga megna at fyribyrgja hesa sjúkur.

»Tað ger tað kanska møguligt, tíðliga at fremja einstaka fyribyrging ella viðgerð, men viðmerkjast skal, at vit í dag, ikki hava nakran møguleika at steðga gongdina hjá sjúkuni,« sigur, Hans Bisgaard, yvirlækni.

Ovurviðkvæmi kannað á serligan bólk av fólki
Dansk BørneAstma Center er førandi innan gransking í barnaastma í Evropa. Granskararnir fáa teirra dátur frá einum serligum bólki av børnum (411 børn), har mamman hevur astma, bólkurin kallast COPSAC – Copenhagen Studies on Asthma in Childhood.

Líka síðani børnini vóru fødd fyri 10 árum síðani, er hesin bólkurin leypandi kannaður og innkallaður til samrøður, og javnan útgeva granskararnir greinar við teirra nýggju vitan innan millum annað ovurviðkvæmi og astma.

Seinasta kanningin, ið varð løgd fram, varð útgivin í tíðarritinum American Journal of Respiratory and Critical Care Medicine.

Les meira um COPSAC her Kommer astma ind, når skidtet ryger ud? 

Kelda: Videnskab.dk 
Videnskab.dk