Skriva út
Lagt út: 25.11.2010

Ov nógv verður gjørt av um ovfisking


Nýggj vísindalig úrslit seta spurnartekin við núverandi háttalagið til at meta um ein fiskastovnur verður ovfiskaður. Tað skrivar videnskab.dk.

Háttalagið, sum verður brúkt til at avgera um veiðuorkan á einum øki er burðardygg, ella um hon er við til ovfiska fiskastovnarnar, byggir møguliga á eina skeiva fortreyt. Nevniliga ta fortreyt, at lívfrøðiliga fjølbroytni í veiðuni hjá fiskimonnum er tað sama, sum lívfrøðiliga fjølbroytni í havinum.

Fortreytin er skeiv, tí at hon ikki tekur atlit til kvotur og hvørji fiskasløg eru fíggjarliga mest áhugaverd at veiða. Tað er sannføringin hjá Trevor Branch frá University of Washington, sum eisini stendur aftanfyri nýggju granskingina.

Gamla háttalagið
Granskingin hjá Trevor Branch stendur í skerandi andsøgn við háttalagið, sum annars hevur verið brúkt í fleiri ár til at meta um ávirkanina av veiðuorku á fiskastovnarnar.

Trevor Branch heldur, at besti mátin at meta um ávirkanina av menniskjum á vistskipanirnar í havinum eru at savna data frá vísindaligum sjóferðum og stovnsmetingum.

Háttalagið sum Trevor finnist at, varð ment av Daniel Pauly frá University of British Coumbia í eini vísindaligari grein frá 1998, har hann samstundis slær fast, at í einum alheims høpi er talan um eina ógvusliga ovfisking. Trupulleikin er, at vit fiska ovfiska føðiketurnar hjá fiskastovnunum.

Tað merkir, at fiskimenn byrja við at veiða stóran rovfisk, eitt nú tosk, og hareftir flyta seg til at veiða minni fiskasløg og skeljadjór. Hetta hóttir vistskipanirnar í havinum er metingin frá Daniel Pauly. Háttalagið hjá Pauly verður í dag góðtikið av nógvum.

Í einum alheimshøpi eru vit ikki við at oyða føðiketurnar. Tað vísa úrslitini sera týðiliga, sigur Branch. Men yvirfiskað hevur møguliga verið lokalt, sum tað eitt nú hendi við toskinum í Atlantarhavinum, heldur hann.

Við at savna data frá stovnsmetingum og vísindaligum sjóferðum, hevur Trevor Branck funnið útav, at lívfrøðiliga fjølbroytni í veiðuni ikki er tað sama, sum lívfrøðiliga fjølbroytni í miðal í havinum.

Haraftrat hava Branch og hansara starvsfelagar kanna lívfrøðiliga fjølbroytni í veiðutølunum, sum liggja aftanfyri greinina í 1998, og komu teir eftir at tølini ikki passaðu til niðurstøðurnar. Biodiversieturin í veiðun minkaði í 50’unum, men er faktiskt vaksin síðan miðskeiðis í 80’unum.

Ósemja
“Nýggja kanningin sigur hvørki, at støðan er betur ella verri, enn vit fyrr hava hildið. Vit vísa bert á, at háttalagið, sum vit fyrr hava brúkt ikki gevur eina nøktandi mynd”, sigur Tevor Branch sambært videnskab.dk.

Daniel Pauly er sera kritiskur yvir nýggju greinina hjá Branch, sum hann sigur ikki fyriheldur seg til økingina í veiðuni og tey vaksandi økini sum veitt verður á. Í takt við at skipini gerast størri røkka tey longur og fiska tey fleiri av teimum rovfiskin, ið hevur stóran týdning fyri lívfrøðiliga fjølbroytni. Tí eru úrslitini hjá Branch fultkomiliga skeiv, heldur Pauly.

Henrik Gislason, professari á DTU-Aqua, heldur, at háttalagið hjá Trevor Branch er betri til at meta um lívfrøðiligt fjølbroytni í høvunum. Hann sigur, at nýggja greinin er týdningarmikil, tí at tað er neyðugt at grunda metingarnar á faktisk viðurskifti, og ikki bert á veiðu hjá fiskiflotanum. Veiðan hjá fiskimonnum vísir nevniliga eisini, hvat teir peningaliga eru áhugaðir í at veiða.

Ovurfisking av heilum havøki
Hóast Jákup Reinert, á Havstovuni, ikki hevur nærlisið upprunagreinirnar hjá hvørki Daniel Pauly ella Trevor Branch, so sigur hann í stuttari viðmerking, at hann hellur til somu meining, sum Henrik Gislason.

Hann minnir tó á, at talan í hesum kjaki ikki er um ovfisking av einum ella fleiri fiskastovnum sum so, men heldur um ovfisking av einum heilum havøki, t.v.s. ávirkan/minking av tí lívfrøðilga fjølbroytninum á staðnum, og tí vil Branch koma til rættari úrslit, við tað at hann nýtir vísindaligar kanningarhættir at meta um tað, ið veruliga er í havinum.

Við bert at nýta fiskiskap og veiðu, sum Pauly eftir øllum at døma hevur nýtt í síni grein frá 1998, so kann staðfestast, um fiskastovnar vaksa/minka ella verða ovfiskaðir (serliga um hetta tilfarið verður samanborið við vísindaligar kanningar), men av tí, at allir veiðuhættir eru úrveljandi, t.e. antin fiska ávís fiskasløg og/ella -støddir, so kann myndin vera misvísandi, tá mann nýtir tey viðvíkjandi fjølbroytninum í einum havøki.

Øll greinin í videnskab.dk við slóð til nýggju greinina hjá Daniel Pauly í Nature.