Skriva út
Lagt út: 23.05.2020

Orkuprát um sjóvarfallsorku

Áhugabólkurin Nýhugsan er farin undir røð við orkuprátum, sum verða løgd út sum stutt filmsbrot og longri poddvørp.

Fyrsta brotið, sum er almannakunngjørt, er um møguleikar at vinna orku úr sjóvarfallinum kring Føroyar Justin Philbrow frá Nýhugsan tosar við Bárð A. Niclasen, ph.d. og lektara á Náttúruvísindadeildini: Hann hevur granskað á økinum saman við Knud Simonsen, ph.d. og lektara, í verkætlan, sum varð stuðlað av Granskingarráðnum. Eisini verður nomið við stóru verkætlanina Minesto, sum er í gongd í Vestmannasundi í løtuni. Ein svensk fyritøka fremur verkætlanina í samstarvi við SEV við dyggum fíggjarligum stuðli frá Horizon 2020.

Varandi orkukeldarnar, sum vit í Føroyum gagnýta í løtuni, eru tengdar at veðrinum. Hetta gevur árstíðartengdar avbjóðingar 

Í nógv ár hevur verið roynt at brúka sjógvin rundanum okkum sum eina orkukelda, antin við at nýta sjóvarfallið ella aldurnar. Serliga sjóvarfallsorkan hevði givið okkum møguleikan til at framleiða streym óheft av veðrinum. Í samrøðuni fortelur Bárður Niclassn um avbjóðingar og møguleikar í samband við sjóvarfallsorku í Føroyum.

Grundað á granskingina av sjóvarfallinum ymsa staðni í Føroyum verður mett, at tað eru góðir møguleikar at vinna út sjóvarfalsorku í her, tá tøknin er ment nakað meira.

Orkuprátini eru at finna á Youtube síðuni hjá Nýhugsan her

Poddvørpini eru her