Skriva út
Lagt út: 14.09.2020

Orkuprát: Støðufesti í einum elneti við 100% varandi orku

Hvussu tryggja vit, at føroyska elnetið verður nóg støðugt, tá stórir partar av elframleiðsluni stava frá óstøðugum varandi orkukeldum? Hetta er evnið á ph.d.-verkætlanini hjá Helmu Mariu Tróndheim.

Áhugabólkurin Nýhugsan hevur í røðini Orkuprát samrøðu við Helmu Mariu Tróndheim um hesa verkætlanina. Millum annað verður tosað um, hvat støðufesti og trygd merkir í einum elneti, hvørjar avbjóðingar fylgja við varandi orkukeldum og hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast

Stutt útgáva av samrøðuni er á Youtube

Ein longri útgáva av samrøðuni er tøk sum podcast.

Talan er um eina vinnu ph.d.-verkætlan, sum verður framd í samstarvi millum SEV, Aalborg Unversitet og Fróðskaparsetrið. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum, SEV og Fróðskaparsetrinum.