Skriva út
Lagt út: 13.06.2008

Orkunýtslan kann minka munandi

Í nýggjari frágreiðing frá DTU verður víst á, at orkunýtslan sum verður brúkt í bygningum í framtíðini, kann minkast niður til 20-40% í mun til í dag. Tað almenna í Danmark kann skerja 75% av orkunýtsluni og spara fýra milliardir krónur.

Í dag verður næstan helvtin av orkuni, sum verður nýtt í bygningum, brúkt til at hita ella køla hús og til ljós. Kanningar frá m.ø. DTU vísa, at vit kunnu spara orku, um vit hugsa meira um, hvussu vit byggja framyvir, og um vit endurbyggja verandi bygningar.

Les meira um kanningina á videnskab.dk

Nógv ljós verður eisini varpað á hendan spurningin í Føroyum í løtuni. Vinnumálaráðið hevur júst boðað frá eini kapping um lágorkubygging, sum ætlandi verður lýst í august. Her fáa fólk høvi at koma við hugskotum um lágorkuhús. Endamálið er at varpa ljós á umhvørvið og tilvitaða orkunýtslu í sambandi við húsabygging í Føroyum. Landsverk skal standa fyri kappingini.

Les meira á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum