Skriva út
Lagt út: 22.02.2011

Orka: hitt samstarvsfelagar

Tann 15. apríl verður skipað fyri einum andlit til andlit fundi (face to face meetings) í Fribourg, Sveis, fyri fyritøkur og stovnar, sum arbeiða við orkugransking.

Tiltakið er m.a. ætlað granskarum, leiðarum, umboðum fyri almennum stovnum og íleggjarum.

Høvuðsevnini eru:

• Renewable energies and mobility,
• Ecological and energy efficient buildings
• Environmental technologies and Factory of the future.

Til høvið er møguleiki at leggja fram, kjakast um og menna nýggj altjóða verkætlanarhugskot. Eisini er møguleiki at møta møguligum samstarvsfeløgum innan vinnu, menning og gransking.

Skipað verður fyri andlit til andlit fundum har tú kanst velja hvørjar persónar tú vilt hitta. Við luttøku fært tú eisini eitt yvirlit yvir tøkniliga rákið á orkuøkinum og marknaðar útlitini.

Evstamark fyri at melda seg til tiltakið og stovna eina vangamynd av fyritøkuni/stovninum er 18/3.

Les meir um tiltakið her