Skriva út
Lagt út: 03.10.2016

Orka á breddan í Oslo tann 27. oktober

Norges Forskningsråd skipar fyri kunningarfundi og mekling fyri áhugaðir luttakarar á orkuøkinum.

Fundurin verður fyriskipaður saman við SINTEF og VIKEN og verður tann 27. oktober í:
Norges Forskningråd
Drammensveien 288, Oslo, Lysaker
Fundarhøli: ABEL 2 og 3

Hetta kann hava áhuga hjá teimum, sum kundu hugsað sær at funnið samstarvspart til umsókn um stuðul innan eitt evni í orkupartinum í Horizon 2020.

Tann 19 januar 2017 er freist á fleiri Energy Efficiency útboðum í Horizon 2020. Kunningarfundurin verður skipaður við hesum í huga og snýr seg um ávís útboð.

Leinkja til ymsu útboðini er at finna í skránni fyri dagin.

Les meira og boða frá luttøku her