Skriva út
Lagt út: 17.11.2008

Orðblindni - skeivir kanningarhættir

Tað ber til at staðfesta orðblindni hjá børnum, langt áðrenn tey koma í skúlaaldurin. Men í Noregi verða skeivir kanningarhættir brúktir fyri at finna orðblindni, heldur serfrøðingur.

Í dag snýr kanningarhátturin at staðfesta orðblindni seg um at samanbera úrslit frá kognitivum royndum, so sum royndum at loysa trupulleikar, við úrslit frá lesiroyndum. Um barnið hevur betri úrslit í teimum kognitivu royndunum enn í lesiroyndunum, kann tað fáa diagnosuna lesi- og skrivitrupulleikar.

Men eitt slíkt avvik sigur einki um, hví barnið hevur lesitrupulleikar. Heldur ikki er greitt, hvussu stórt avvikið skal vera, fyri at barnið fær diagnosuna.

Hetta sigur Trude Nergård Nilssen, granskari, sum metir, at tey í Noregi eru eftirbátar, tá ið talan er um at staðfesta og viðgera orðblindni.

Tað er staðfest, at orðblindni arvast. Um eitt av foreldrunum og í minsta lagi eitt nært skyldfólk hevur orðblindni, er tað 40 til 60 prosent vandi fyri, at barnið eisini fær orðblindni. Fyri restina av fólkinum er vandin fyri orðblindni upp ímóti 5 prosentum.

Sambært Trude Nergård Nilssen er tað ein vanlig misskiljing, at orðblindni ikki kemur í fyrrenn barnið skal læra skriftmálið í skúlanum. Altjóða gransking hevur víst, at tað ber til at vísa á byrjandi trupulleikar í mun til skriftmálið hjá børnum um 2 til 3 ára aldur. Hesir trupulleikar kunnu vísa seg í avmarkaðum setningsbygnaði, avmarkaðum orðatilfeingi og líknandi.

Tí ber tað til at hjálpa børnunum, áðrenn tey koma í skúla.

Les meira her.