Opið útboð: Burðardygg fiskiveiða úr sunnum havi
NordForsk, granskingarstovnurin hjá Norðurlandaráðnum, lýsir eftir umsóknum til granskingarskránna "Burðardygg fiskiveiða úr sunnum havi".
Tilsamans 28 mió DKK eru leysar at søkja. Umsóknarfreistin er 28. mai 2024.
"Burðardygg fiskiveiða úr sunnum havi" er eitt av raðfestu málunum í arbeiðnum fyri at røkka Visjon 2030 hjá Norðurlendska Ráðharrastovninum.
Útboðið leggur dent á burðardygga fiskiveiðu í sambandi við veðurlagsbroytingar og grøna orkuskiftið. Endamálið er at kanna, hvussu fiskiveiða ávirkar havumhvørvið, og hvørjar møguleikar fiskiveiða hevur fyri at minka árinið.
Skráin er ment í samstarvi millum luttakandi partarnar í útboðnum úr Estlandi, Íslandi, Danmark, Finnlandi, Føroyum, Noregi og Litava.
Føroyar eru sjálvstøðugur limur í Nordforsk og luttaka í útboðnum við egnari fígging. Føroyskir granskingarstovnar kunnu tí søkja um stuðul á jøvnum føti við granskarar úr hinum londunum.
Mynd: Nordforsk