Skriva út
Lagt út: 16.06.2020

Opið hús hjá nýggja granskingarstovninum Sjókovanum

Í sambandi við, at privati granskingarstovnurin Sjókovin varð settur á stovn fyrr í ár, verður opið hús og framløgur í Bátasavninum í Leirvík nú mikudagin 17. juni kl. 14. Hetta boðar stovnurin frá í tíðindaskrivi.

Sjókovin er ein óheftur, privatur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur, sum fimm føroyskar fyritøkur settu á stovn fyrr í ár. Høvuðsendamálið við grunninum er at stimbra burðardygga menning og nýskapan í fiski- og alivinnu við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum. Eisini skal grunnurin virka sum samskiftisdepil fyri sjófeingisfyritøkur og aðrar áhugapartar.

- Tað er sera týdningarmikið fyri okkum, at hava eitt gott samstarv við vinnufyritøkur og aðrar áhugapartar her heima í Føroyum fyri at tryggja, at granskingin hjá okkum kann vera við til at skapa størri virðir fyri føroyska samfelagið. Starvsfólkini í Sjókovanum hava eitt sterkt netverk til granskingarstovnar úti í heimi og hava drúgvar royndir at arbeiða við verkætlanum innan umsiting av fiski- og alivinnu. Harumframt vita vit, at nógvar føroyskar fiski- , alifyritøkur og teirra undirveitarar, eru sera frammaliga innan teirra øki. Sjókovin er tí í einari sterkari støðu til at bera viðkomandi vitan úr altjóða granskingarumhvørvinum til Føroya, og samstundis - ígjøgnum góða samstarvið við føroyskt vinnulív - bera vitan úr Føroyum út í heim, sigur Unn Laksá, ið stendur á odda fyri Sjókovanum.

Umframt at luttaka í fleiri størri, altjóða verkætlanum innan umsiting av havtilfeingi, granskar Sjókovin í løtuni eisini ávirkanina av Covid-19 á føroyska fiski- og alivinnu og
avleiðingarnar fyri føroyska búskapin. Verkætlanin er fíggjað av granskingarráðnum, og endaliga frágreiðingin verður løgd fram fyrst í oktober.

- Vit vóna, at vit ígjøgnum okkara granskingarvirksemi og samskifti av úrslitunum, kunnu gera okkara íkast til at menna vitanina um sjófeingisvinnur og soleiðis eisini ríka kjakið í almenna rúminum, sigur Unn Laksá.

Tiltakið mikudagin er alment, men orsakað av avmarkaðari atgongd krevst tilmelding. Til ber at lesa meira um tiltakið og skráseta seg her