Skriva út
Lagt út: 26.11.2018

Open Science støðan í norðurlondum á skrá

Hvussu langt eru norðurlond komin við open science spurningunum? Hvussu kunnu granskarar eggjast til at lata onnur fáa lut í teirra gransking? Og hvussu fáa vit aðrar samfelagspartar meira við í gransking? Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum vóru umrøddir á Nordic Open Science ráðstevnuni, sum var í Stokholm 15. og 16. november.

Endamálið við ráðstevnuni var at geva granskarum, embætisverkum, universitetum, granskingarráðnum og fólki frá øðrum viðkomandi stovnum møguleika at hittast og skifta orð um avbjóðingarnar í sambandi við open science. Endamálið var eisini at styrkja norðurlendska samstarvið á hesum økinum.

Ráðstevnan varð hildin í sambandi við svenska formansskapin í Norðurlandaráðnum. Fyriskipararnir vóru Vetenskapsrådet, NordForsk og Kungliga Biblioteket.

Høvuðsfyrilestrarhaldarar vóru Jean-Claude Burgelman, deildarleiðari í DG Research and Innovation í Europakommisiónini, og Ola Rosling, forseti og viðstovnari av Gapminder Foundation.

Eisini vóru fleiri panelkjak. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, luttók vegna Føroyar.

Spurningurin eru hvussu og nær

Luttakararnir á ráðstevnuni vóru á einum máli um, at Open Science er vegurin fram. í síni framløgu segði Jean-Claude Burgelman, at vit eru mitt í eini skiftistíð, har vit við rúkandi ferð flyta okkum til Open Access tíðarrit, til Open Data palllar og so framvegis. Gransking og menning, sum er alment fíggjað, skal vera atkomulig fyri øll í tann mun tað yvirhøvur ber til, og bara so afturlatin sum tað yvirhøvur er neyðugt. Endamálini eru fleiri: Betri gagnnýtsla av almennum íløgum, skjótari vitanardeiling millum gransking og vinnu, størri gjøgnumskygni og meira tvørvísindaligt samstarv. Granskararnir fáa sjálvir fyrimunir at at deila sína gransking, ella sum hann skemtiliga tók til: "If you can outsource your spare room in AirBnB, you can oursource a part of your brain too!"

Eingin ivi heldur er um, at avbjóðingarnar og spurningarnir eru nógvir, bæði í mun til góðskutrygging, í mun til skiftistíð og annað. Hetta snúði mesta kjakið seg um.

Tilfarið frá ráðstevnuni sæst her

Framløgan hjá Jean Claude Burgelman sæst her

Les meira um Open Science her