Skriva út
Lagt út: 26.03.2021

Open Research Europe útgávupallur er latin upp

ES kommisjónin hevur nú latið upp nýggjan pall til útgávur av vísindagreinum.

“Open Research Europe” (ORE) verður sjósettur samstundis, sum síðsta hond verður løgd á útboðini í Horizon Europe. Ætlanin er at útgávur, sum eru úrslit av Horizon verkætlanum, skulu almannakunngerast á ORE.

Umboð fyri ES vísir á, at granskarar trygt kunnu geva út á ORE, tí vísindaliga dygdin fyri at geva út í Open Access er í trá við ásett góðskustig. ORE slóðar fyri Open Science meginreglum við útgávum, sum verða javnlíkamettar, tvs. fara ígjøgnum “peer-review”, sambært greiðum ásettum reglum. Ætlanin er at hava meira gjøgnumskygni enn vanligt er, hetta er lýst í filmsbrotinum niðanfyri. 

Tað verður sjálvboðið at brúka ORE pallin. Men ES kommisjónin rindar fyri útgávuna, sum tí verður uttan fyrisitingarligan kostnað fyri høvundin.

Nakrar útgávur, sum eru úrslit av Horizon 2020 verkætlanum, eru longu almannakunngjørdar á Open Research Europe.

Vitja pallin her

Les vegleiðing fyri útgávu her

Tíðindini frá ES kommisjónini liggja her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.